Lýsing
Lýsing
Lýsing
Rógvi Egilstoft Nielsen | Mynd: faroechess.com

Rógvi fekk annan IM-normin

SKRIVAÐ: faroechess.com  |  18.11.2018 - 22:51 Ítrottur Tíðindaskriv

25 ára gamli Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag tryggjaði sær í dag annan IM-normin í altjóða talvkappingini Runavík Open, sum endaði í Løkshøll í kvøld.

Javnleikur í seinasta umfari í dag móti russiska stórmeistaranum Aleksandr Karpatchev var eitt minstakrav, skuldi málið røkkast, og tað eydnaðist við bit og slit. Tap tóktist vera í hendi hjá vágamanninum, men kringur fløkti hann støðuna so væl, at russiski stórmeistarin misti tráðin, so at talvið kortini endaði javnt.

Hetta er annar IM-normurin hjá Rógva. Tann fyrra fekk hann í EM-kappingini fyri landslið í fjør. Tríggir normar krevjast til almenna IM-heitið. Annað krav er 2400 í rating. Rógvi gongur sløk tretivu stig fram upp í nærum 2370 eftir úrslitið í hesari kappingini, so IM-heitið nærkast í hvørjum.

Rógvi fekk í alt seks av níggju stigum og fekk eitt flott triðja pláss í kappingini. Hann legði millum annað seks stórmeistarar afturum seg.

 

Um reppið hjá Høgna

Yngri bróðirin, 21 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen, hevur tveir IM-normar í skjáttuni umframt kravda 2400-styrkitalið. Hjá honum var ein sigur í dag móti hvítarussiska stórmeistarnum Nikita Maiorov eitt krav, skuldi hann røkka sínum triðja og síðsta IM-normi - og sjálvum IM-heitinum.

Útlitini mundu ikki vera tey bestu við svarta fólkinum móti sterka mótstøðumanninum, sum hevur styrkitalið 2510, og sum vann kappingina í Runavík í fjør. Høgni var kortini mentur at vinna sær materiellan fyrimun og stríddist av øllum alvi at vinna. Við neyvum verjuspæli bjargaði sterki mótstøðumaðurin sær einum javnleiki.

Høgni fekk 5½ stig og endaði nummar 8 í røðini. Hann gongur fimm ratingstig fram.

 

Papin vann

Russiski stórmeistarin Vasily Papin vann kappingina. Hann fekk í alt sjey stig. Nevnast kann, at bæði Rógvi og Høgni telvaðu javnt móti vinnaranum. Nummar tvey gjørdist Oleg Korneev úr Spania við 6½ stigi.

Sum væntandi var vóru brøðurnir úr Sandavági teir einastu av føroysku telvarunum, sum gjørdu seg galdandi í kappingini. Teir vóru eisini einsamallir av fremstu fjøruti telvarum í Føroyum í kappingini. Men sigast má, at teir stóðu seg ógvuliga væl og tóktust javnsterkir við teir átta útlendsku stórmeistararnar í kappingini.

Tað fær illa verið annað enn ein spurningur um tíð, til bæði Høgni og Rógvi gerast altjóða meistarar í talvi. Seta teir sær tað fyri, so røkka teir málinum áðrenn langt um líður. Báðir eru eisini ídnir fótbóltsspælarar, og tað tarnar helst strembanini at røkka góðum talvúrslitum nakað. Frammanundan hava John Rødgaard, John Arni Nilssen og Helgi Dam Ziska sum teir einastu í Føroyum rokkið heitinum sum altjóða meistarar. Helgi Dam Ziska er sum kunnugt seinni vorðin stórmeistari. 

Í alt 28 telvarar vóru við í Runavík Open í ár. Er tað at harmast um, at so nógvir av okkara topptelvarum ikki hildu seg framat, er afturímóti at fegnast um, at so nógvir av okkara yngstu og gávaðu telvarunum ikki smæddust at bjóða av.

Besta úslitið hjá hinum føroysku telvarunum - brøðurnir úr Sandavági undantiknir - fekk Heiðríkur Jacobsen úr Havnar Telvingarfelag. Hann fekk fimm stig og endaði nummar 13 í røðini, og  gongur 18 ratingstig fram. 

Sum skilst ætla Talvsamband Føroya og Runavíkar Kommuna at hava ta fjórðu kappingina av sínum slagi aftur um somu tíð næsta ár í Løkshøll.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur