Lýsing
Lýsing
Lýsing
Reyðu plettarnir á kortinum vísa hvar landsstýrisfólkini búgva.

Ein havnasamgonga

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.11.2018 - 09:10 Leiðarin Politikkur Vinna

Við nýggja landsstýrismanninum í samferðslumálum, sum eftir øllum at døma verður Heðin Mortensen, hava Havnin og Hoyvík tilsamans 6 út av 8 landsstýrisfólkum, og av teimum eru 2 fyrrverandi borgarstjórar í Tórshavnar Kommunu. Hetta verður tað mest miðsavnaða landsstýrið nakrantíð, har seks landsstýrisfólk búgva færri enn 2 kilometrar frá hvørjum øðrum.

Tað er eitt sindur ilt at síggja, hví Javnaðarflokkurin velur at seta ein 72-ára gamlan havnarmann í Landsstýrið. Tórshavn er væl umboðað frammanundan við Helenu Dam á Neystabø og Kristionnu Winther Poulsen í tinginum og Rigmor Dam og løgmanni í Landsstýrinum. Eisini varamaðurin kemur úr Havnini. Hevði talan verið um eitt ungt valevni, sum flokkurin koyrdi í stilling til komandi valið, var tað meira skilligt, men tað er talan heldur ikki um.

Tað kann hugsast at flokkurin vil telva seg at vera mótpolur til núverandi fólkafloksborgarstjóra í Havn. Annika Olsen vinnur ivaleyst fleiri poeng við at seta innkomuvegin til Havnar á dagsskránna, og við at seta ein fyrrverandi borgarstjóra og kappingarneyta fyri Javnaðarflokkin at berjast fyri tí sama, kunnu atkvøður flytast frá borgarstjóranum, sum nevndi trupulleikan, til landsstýrismannin, sum gjørdi nakað við hann.

Men hetta er ov lítið til at vera øll orsøkin. Sera lítið er eftir av valskeiðinum, og samgongan kundi valt at útsett innkomuvegin til komandi valskeið. Tað er meira ella minni tað, øll vænta, ikki minst eftir at samgongan hevur útsett so nógv annað til komandi valskeið.

Orsøkin er helst, at samgongan hevur innsæð, at útjaðarin í Føroyum stendur ikki til at bjarga fyri sítt viðkomandi. Fólkaflokkurin fer at vinna Norðoyggjar og helst hálva Suðuroynna við. Sambandsflokkurin vinnur Eysturoynna, og teir báðir flokkarnir fara at býta Vágar ímillum sín. Í Norðstreymoy og Sandoynni standa bæði virkini til at spæla av við menningarkvoturnar, sum annars kundu givið samgonguni atkvøður. Eftir er einans Havnin sum verulig veljarabasa hjá samgonguni.

Tórshavn hevur nógvar veljarar, og atkvøðurnar har kunnu strekkja til eini 12-13 løgtingsumboð. Nakrar fara sjálvandi úr Havnini og út kring landið, men tær koma eisini hin vegin. Tjóðveldi er sterki flokkurin í Havn, men við 3 landsstýrisfólkum, 3 løgtingsfólkum og einum fólkatingsmanni úr Havnini verður Javnaðarflokkurin størsta avbjóðingin hjá Tjóðveldinum í høvuðsstaðnum.

Komandi løgtingsval verða Føroyar polariseraðar sum ongantíð fyrr. Ikki í gomlu konfliktlinjuna loysing/samband, men í útjaðara og høgra mótvegis miðstaði og vinstra. Eitt rák, sum ikki er ókent um okkara leiðir, tí bæði Danmark og Svøríki eru á sama hátt býtt upp í ein vinstrasinnaðan miðstað og ein høgrasinnaðan útjaðara. Vit sóu longu eina ábending um hetta við verandi formansvalum – Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýri hava formenn úr útjaðaranum, meðan samgonguflokkarnir hava formenn úr Havn og Hoyvík. At 6 av 8 landsstýrisfólkum nú kunnu rópa á hvønn annan úr egnum kamarsvindeyga, talar eisini fyri seg.

Vit hava sæð hetta koma leingi, faktiskt í 12 ár. Frá byltingunum í 2006 og 2007, tá fiskiloyvini vórðu uppsøgd og Føroyar skipaðar sum 1 valdømi var greitt, at mótsetningsviðurskifti fóru at uppstanda millum vinnulívsorienteraða útjaðaran og almenna tænastudepilin í miðstaðarøkinum. Nú er konfliktin komin í fullan blóma og hevur trumfað loysingarstríðið sum høvuðskonfliktlinja í føroyskum politikki. Samgongan hevur valt síðu, høvuðsstaðin, og andstøðan hevur valt útjaðaran.

Styrkiroyndin verður løgtingsvalið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund