Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sjúrður Skaale og Pól Huus Sólstein í fjølmiðlarúminum á Løgtingi tann 17. desember í fjør, tá fiskivinnunýskipanin varð samtykt. Norðlýsið bjóðaði ræst kjøt, turran fisk, grind, spik og eplir. Úrslitið varð at fjølmiðlarúmið ofta hevði meira fólk enn løgtingssalurin. Við teimum 9,5 mió. krónunum hevur Sjúrður Skaale tryggjað sær meira góðbitar úr Klaksvík og tað er ikki ósmart í einum fólkatingsvalári | Mynd: Oliver Joensen

Sjúrður Skaale: 9,5 mió til nýggja mentanarhúsið í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.11.2018 - 11:02 Mentan Politikkur Tíðindi

Fólkatingslimurin fyri Javnaðarflokkurin hevur gjørt eitt hál til Klaksvíkar. Hann hevur í fíggjarlógarsamráðingum við donsku stjórnina fingið 9,5 mió krónur til nýggja mentanarhúsið í Klaksvík

Sjúrður Skaale fríggjar til Klaksvíkar. Hann hevur skaffað 9,5 mió. krónur til mentanarhúsið í Klaksvík. Sjúrður Skaale skrivar soleiðis á sínum facebook vanga:

 

Góð avtala við fíggjarmálaráðharran í dag: 9,5 mió til nýggja mentanarhúsið í Klaksvík og 2 mió afturat til Gamla Hospital í Havn. Takk fyri samstarvið: Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, Jógvan Skorheim, Dávur Winther og Rudolf Joensen í Klaksvík og Mortan Winther Poulsen í Havn - og Kristian Jensen og hini í Keypmannahavn

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund