Lýsing
Lýsing
Lýsing

Borgarstjórin fegnast um góðu undirtøkuna fyri Mentanarhúsinum í Klaksvík

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  19.11.2018 - 12:15 Politikkur Tíðindi

Jógvan Skorðheim, borgarstjóri, sigur at líka frá byrjan hevur verið arbeitt við at fáa stuðul úr útlandinum til verkætlanina. Nú kunnu vit staðfesta at 9 milliónir krónir koma frá LOA Fondinum og somuleiðis 9 milliónir koma frá donsku stjórnini.

Tá eg tók við sum borgarstjóri vóru vit á fundi við LOA fondin í Danmark og eftir at vit høvdu kunnað tey um verkætlanina játtaði grunnurin 9 milliónir krónir til verkætlanina.
 
Forkvinnan í nevndini fyri Mentanarhúsið, Signhild V. Jóhannesen,  hevur saman við fólkatingsmanninum, Sjúrður Skaale, arbeitt fyri at fáa stuðul frá donsku stjórnini eins og danska stjórnin stuðlaði byggingini av mentanarhúsinum ”Saltsiloin á Drelnesi”.

Eg fegnist stórliga at hetta arbeiði nú eisini hevur borið á mál og at tað hevur eydnast okkum at fingið tilsamans 18 milliónir krónir úr útlandinum til hesa góðu og týdningarmiklu verkætlan.
 
Sambært borgarstjóranum er verkætlanin mett at kosta góðar 50 milliónir krónir og eftir ætlan verður klárt at byrja byggingina longu komandi ár.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda