Lýsing
Lýsing
Lýsing
Her samlaði Atli Gregersen hópin saman eftir kvøldsins venjing fyri at tosa um nøkur viðurskiftir. Sum sæst á myndini, so er Lars Olsen ikki hjástaddur. Eitt óvanligt stig frá liðskiparanum og vísir helst, at dysturin hesaferð hevur stóran týdning, hóast Føroyar ikki kunnu koma víðari úr bólkinum í Nations League.

Atli Gregersen tók óvanligt stig

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  19.11.2018 - 17:32 Ítrottur Tíðindi

(Malta) Atli Gregersen er liðskipari á A-landsliðnum og eftir at síðsta venjingin í kvøld var av, so tók hann óvanligt stig.

Hann samlaði allan leikarahópin saman og tosaði eina løtu við teir, meðan venjarahópurin ikki var hjástaddur.

- Eg samlaði líka dreingirnar og vit fingu líka tosað um nøkur viðurskiftir. Hetta er síðsti landsdystur í árinum og vit eru ikki ordiliga nøgdir við tað, sum stendur eftir aftaná hetta árið. Eg fekk bara mint okkum allar á, at landsdystir er ikki bara nakað ein fær. Tað kemur sjáldan og man kann vera skaddur og missa dystir. So tað snýr seg um at taka løtuna, tá hon er har. Frá nú av skulu vit ordiliga fokusera uppá dystin í morgin og vit skulu avrika ordiligt. Annars fari eg ikki inní smálutir, men í stuttum var tað at njóta løtuna og geva alt, sum tú eigur. Tí tað er ikki vist, at hendan løtan kemur aftur. Ein skal ikki taka fyri givið at sleppa at umboðað FSF merkið og føroyska fólkið, segði Atli Gregersen við Norðlýsið eftir venjingina í kvøld.

 

 

- Vit mugu traðka í karakter nú

Hetta stigið við at samla hópin saman sum liðskipari og tosa um nøkur viðurskiftir, hevur Atli ikki roynt áður. Vit spyrja, hvør orsøkin er og um tað kann hugsast at tað m.a. er tí, at ein avísur kritikkur er at hóma millum ein part av føroyingum í løtuni av føroyska A-landsliðnum.

- Kritikkurin er nokkso harður beint nú, men vit skulu ikki taka okkum av honum. Vit skulu lurta eftir tí og so brúka tað sum ‘’brennistoff’’ og koma við einum megnar avriki. Eg haldi, at kritikkurin er í fínasta lagi. Har er einki at koma eftir, og eg eri fyri so vítt samdur í tí mesta, sum verður sagt. Eg føldi bara, at vit høvdu brúk fyri hesum at tosa saman júst nú. Og eg fekk góðar afturmeldingar frá dreingjunum. Tað er umráðandi, at vit allir samlir traðka í karakter. Hetta er síðsti dystur í 2018 og vit skulu hava trý stig, segði Atli Gregersen við Norðlýsið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…