Lýsing
Lýsing
Lýsing

19.11. og hvat so?

SKRIVAÐ: J. Pauli í Geil  |  19.11.2018 - 21:26 Lesarabrøv Tíðindi

Mánamorgun og farið verður til verka sum allar aðrar verkadagar. Onki óvanligt í Kringvarpinum ella nøkrum øðrum miðli, út yvir tær neyðars kvinnurnar og tað vanliga. KvF hevur sínar vanligu endursendingar og onkra hissini samgongureklamu, sum tey kalla tíðindi.

Men 19.11 er faktist altjóða mann(fólka)dagur legði eg til merkis, tá eg googlaði dagin í dag. Ein dapur dagur, har tað vísir seg, at menn sambært greinum, eg fann á netinum hava ein javnstøðukamp at taka upp. T.d. eru fyri hvørja kvinnu, ið tekur seg ev døgum, 4 menn ið gera tað sama, men tað verður gleðiliga tagt burtur í reyð public service-stovninum. Tó skal eg taka hattin av fyri NEMA, at tey hava dagin í kalendaranum.

Javnrættindi fyri menn er eisini eitt, ið má koma á breddan her hjá okkum, og tað er serliga viðvíkjandi foreldramynduleika. Mammur, ið enda á almennari forsorg, skuldu latið páparnar fingið børnini, so mammurnar kundu komið fyri seg og blivið sjálvbjargnar. Statistikkurin allastaðni sigur, at pápar klára seg betur enn mammir sum stakir uppihaldarir í samfelagnum, so her er ein gloymdur biti hjá reyða public service-varpinum.

Javnstøðan fyri menn er ein skomm í 2018. Eitt burturtagt og feminiserað tabu. So menn: Latið okkum koma út úr skápinum og krúpa undan tuflunum og fáa skil uppá okkum sjálvar aftur, so vit við stoltleika kunnu kalla okkum menn.

 

P.S.: Nú er mannadagur hvønn dag her. At konan passar sum krúnan á høvdinum, havi eg at vera takksamur fyri, men so hevur ikki allar dagar verið, tí skrivi eg hetta í dag.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…