Lýsing
Lýsing
Lýsing

Uppskot til “Ársins Rósu” - sendið uppskot til oliver@nordlysid.fo

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  07.12.2018 - 13:34 Mentan Tíðindaskriv Tíðindi

Aftur í ár kemur Jólaskipið á Klaksvík og í hesum viðfanginum verður, eins og árini frammanundan “Ársins Rósa” kosin.

Í nevndini, sum fyriskipar “Ársins Rósa”, sita borgarstjórin, umboð fyri Jólaskipið og umboð fyri blað norðoyinga Norðlýsið.

Vit fara við hesum at heita á borgarar í Norðoyggjum um at senda okkum uppskot um evnið til hendan heiður. “Ársins Rósa” er ætlað sum eitt herðaklapp til ein persón, sum hevur víst serligt hjálpsemi, samfelagssinni ella, sum á annan hátt hevur verið fólki og samfelagi at serligum gagni.

Nøvn á viðkomandi persónum skulu sendast til “Ársins Rósa”, Postsmoga 58, 700 Klaksvík, ella um teldupost til oliver@nordlysid.fo. Í uppskotinum skal stutt frágreiðing fylgja við, hví ein heldur at persónur, ið verður skotin upp skal hava hendan heiður.

Av tí at dagurin fyri nær Jólaskipið kemur á Klaksvík ikki enn er fastlagdur, seta vit ikki enn evstamark á fyri uppskotum, men tað ræður um at vera í fyrra lagið, um ein skal vera vissur í at fáa síni uppskot við í metingina. So skjótt vit vita nær Jólaskipið kemur, verður evstamark sett.

Vónandi fáa vit nógv hugskot, tí tey eru ikki so fá í samfelagnum, ið hava eitt herðaklapp uppiborið.

Við heiðurinum “Ársins Rósa” fylgja 10.000,- krónur.

Reglugerðin fyri tiltakið Ársins Rósu:

Ársins Rósa - ein árlig viðurkenning fyri vælgerandi arbeiði í Klaksvíkar Kommunu -

 

Reglugerð

§1 – Endamál

Í ljósinum av heilaga boðinum um at tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg er endamálið við hesum tiltaki: ”Ársins rósa” at stuðla undir hjálpararbeiði og annars alt gott og gevandi arbeiði, sum fólk í Klaksvíkar Kommunu gera fyri onnur menniskju og/ella fyri kommununa sum heild uttan at fáa nakað ella stórvegis afturfyri.

§2 – Mannagongd

Hvørt ár um jóltíðir kann ein persónur verða heiðraður við ársins rósu fyri sítt góðgerandi arbeiði við eini viðurkenning, ið verður handað honum av borgarstjóranum í Klaksvíkar Kommunu. Handanin fer fram í sambandi við hóskandi alment hátíðarhald, ið skipað verður fyri um jóltíðir.

§3 – Viðurkenningin

Viðurkenningin ársins rósa er – umframt heiðurin og herðaklappið – ein heiðursgáva, ið inniheldur eina stóra vakra kurv, eitt heiðursbræv, eina gylta rósu og eina peningagávu.

§4 – Leiðsla

Leiðslan fyri tiltakinum ársins rósa er ein fimmannanevnd, ið er mannað av (1) borgarstjóranum í Klaksvíkar Kommunu, sum er formaður í nevndini, (2) blaðstjóranum á lokalblaðnum Norðlýsinum, (3) stigtakaranum til ársins rósu, (4) einum persóni, ið Klaksvíkar Býráð velur fyri fýra ár í senn eftir hvørt býráðsval, og (5) persóninum, ið seinast varð valdur til ársins rósu.

Tá/um stigtakarin tekur seg úr nevndini, verður tann nevndarsessurin eisini valdur av Klaksvíkar Býráð á sama hátt sum tann fjórði nevndi.

§5 – Gildi / broytingar

Henda reglugerð kemur í gildi, tá hon er góðkend av Klaksvíkar Býráð. Broytingar í reglugerðini krevja nevndarsamtykt, ið skal góðkennast av Klaksvíkar Býráð..

 

Klaksvík tann 2. desember 2004

 

Niclas Heri Jákupsson            Steinbjørn O. Jacobsen           Oliver Joensen

stigtakari                                 borgarstjóri                             blaðstjóri

 

Ársins Rósa - ein árlig viðurkenning fyri vælgerandi arbeiði í Klaksvíkar Kommunu -

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…