Lýsing
Lýsing
Lýsing

 Um enn fáment, so halda tey áfram at bera fakkulin fyri fráhaldi víðari í triðju øldini

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  20.11.2018 - 13:44 Mentan Tíðindi Vinna

Aðalfundur 2018 og veitsla hjá Mikladals sóknar fráhaldsfela

Fyri 135 árum síðan varð Mikladals sóknar fráhaldsfelag stovnað. Um tað mundið vóru slík feløg í flestu sóknum í Norðoyggjum. Men nú er bert tað eina felagið eftir. Endamálið hevur allatíðina verið fremjan av avhaldi við at fyribyrgja nýtslu av rúsdrekka. Sjálvt um nógv er broytt, so er framvegis tørvur fyri fráhaldsrørsluni – ikki minst fyri øðrum sløgum av rúsevnum enn rúsdrekka. Felagið telir í dag  140 limir kring landið, harav  knappliga 20 limir eru yngri enn 30 ár. Øll frá 12 ára aldri eru vælkomin at gerast limir í felagnum. Fyri mong hevur limaskapur frá ungum aldri av viðført, at tey hava valt rúsdrekka frá, og eru tí ongantíð byrja at brúka rúsdrekka.

Tað loysir seg at royna at halda at fremja málið – og í løtuni spæla øll ungdómsliðini hjá KÍ í búna við boðskapinum “Ung og fús – nei til rús”, sum felagið saman við vinnufyritøkum í býnum hava útvegað. Hetta viðførir uttan iva,  at tað at siga nei-takk til rúsdrekka  og annan rús ikki er flovisligt men skilagott og fer at hjálpa mongum  at sigla uttanum hesi skerini á lívsleiðini.

Fyri fyrstu ferð hevur felagið hildið sín árliga aðalfund  og  veitslu uttanfyri Mikladal. Hesaferð vóru tiltøkini hildini í Tekniska skúla í Klaksvík við 64 luttakarum í øllum aldri.  Á miðnátt varð hildin kyndlagonga,  og Sigrun Heldarskarð flutti fram røðu um týdningin av at veksa upp í eini bygd, har rúsdrekka var ókent , og at ein næstan var vaksin, tá ein fyrstu ferð í lívinum sá ein ávirkaðan mann. Síðan varð hugni við føroyskum dansi, enskum dansu og dansispølum fyri ung og “fyrrverandi” børn.

 

(Trýst á hesa leinkja til eitt videoklipp frá nøkrum “ungum og fúsum” spælarum)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…