Lýsing
Lýsing
Lýsing

Archibald: - Fagravík gevur onga meining

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.11.2018 - 14:25 Mentan Politikkur Tíðindi

Vit hava sent eitt skriv til allar býráðslimir, har vit mótmæla nýggja navninum "Fagravík", ið kommunan, eftir tilmæli frá gøtunavnanevndini, hevur navngivið økið framman fyri húsini hjá Nólsoyar Páll á Biskupsstøð. Allir aktørarnir kring hetta pláss hava sent mótmælisskriv til kommunua, sigur Archibald Black formaður í áhugafelagnum Nólsoyar Páll

Norðlýsið hevur fingið fatur í skrivið, sum Áhugafelagið Nólsoyar Páls á Biskupsstøð hevur sent til býráðslimirnar.

Formaðurin í áhugafelagnum Archibald Black saknar fakligar grundgevingar fyri navninum Fagravík og heitir á býráðið um, at taka málið upp til nýggja viðgerð. 

Skrivið sæst niðanfyri:

 

Nú býráðið, eftir tilmæli frá gøtunavnanevndini, hevur samtykt at staðseta nýtt navn framman fyri hús Nólsoyar Páls á Biskupsstøð, vil Áhugafelagið Nólsoyar Páll mótmæla hesum.

Ein partur av verkætlanini ” Biskupsstøðgarðurin” er at leggja timbur á Biskupsstøðna. Biskupsstøðin røkkur umleið fimti metrar út á Vágna. Her verða ljós og mastur við vimpli ytst á Biskupsstøðni.

Soleiðis kunnu fólk aftur fara á støð.

Støð merkir bátastøð ella lending - atløga.

Fyrstu fólkini, ið búseta seg á Biskupsstøð, eru Nólsoyar Páll og Marin Malena.

Staðarnavnið Biskupsstøð stavar frá miðøldini.

Hálendskt heimskort frá 1600 vísir Føroyar við trimum nøvnum: Biskupsstøð, Tórshavn og Suðuroy.

Tá ið rættarmálið ímóti brillumanninum Baron von Hompech var fyri, var Nólsoyar Páll vitni í rættinum.

Í fleiri skjølum frá 4. nov. til 17. nov. 1808 í Admiralty Prize Court London stendur:

Poul Poulsen Nolsoe of Biskopstoe

Verkætlanin “Biskupsstøðgarðurin” byggir á søguna, tí gevur nýggja navnið “Fagravík” onga meining.

Vísast skal til, at gøtunavnanevndin ikki hevur fylgt reglugerðini, ið sigur: Nevndin skal hoyra persónar við servitan, miða móti nøvnum, sum hava uppruna í ella tilknýti til tey støð ella øki, ið verða navngivin.

Tað er eingin orsøk at broyta eitt søguligt navn á søguligum staði, og við orðum Nólsoyar Páls:

“Tað er mín vón, at tann góða sakin altíð at enda sigrar,” heita vit á býráðið, um at fáa hetta mistak rættað.

Vinarliga

Áhugafelagið Nólsoyar Páll

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á B68 í kvøld