Lýsing
Lýsing
Lýsing

Blandaðar kenslur á Malta við javnleiki

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  20.11.2018 - 21:54 Ítrottur Tíðindi

Føroyar endaðu ikki aftast í bólkinum eftir javnleik á Malta.

Úrslitið var nokk til at røkka helst lægsta málsetningunum, sum helst var, at ikki enda aftast í bólkinum og samstundis ikki enda í aftasta styrkisbólki til EM lutakastið um nakrar vikur.

 

Javnur fyrri hálvleikur

Í fyrra hálvleiki byrjaði dysturin hendingaríkt, har tað innanfyri fyrstu tríggjar minuttirnar komu tvey mál, eitt í part. René S. Joensen, sum var besti føroyski leikarin í fyrra hálvleiki, skoraði føroyska málið. Men restin av hálvleikinum var ikki merktur av málmøguleikum. Malta hevði sambært hagtølunum fleiri málroyndir, men størsta málmøguleikan hevði Sølvi Vatnhamar, tá hann skallaði innlegg frá Viljormi Davidsen viðsíðuna av. Uppleggið til góðu støðuna hjá Viljormi átti René S. Joensen. 1-1 í hálvleikinum var helst ikki heilt av leið í mun til leikgongdina.

 

Malta størru málmøguleikarnar til at vinna

Í seinna hálvleiki gekk eisini javnt á. Liðini skiftust at hava yvirvág, men fáir stórir málmøguleikar vóru. Malta fekk tveir teir fyrstu málmøguleikarnar. Fyrra royndin endaði á yvirleggjaranum, meðan Michael Mifsud, søguligi leikarin hjá Malta fyri m.a. flest dystir og flest mál á landsliðnum, í góðari støðu skeyt beint á Gunnar Nielsen. Einastu føroysku royndina, sum er verd at nevna í seinna hálvleiki, átti Heini Vatnsdal, tá hann skallaði viðsíðuna av.

 

 

Lunkaður stemningur

Eftir dystin var lunkaður stemningur millum føroyskar áskoðarar, leikarar og miðlar. Tað vóru ójavnar meiningar um, hvørs hetta úrslitið og hetta bólkaspælið var nøktandi ella ikki. Javnleikurin var nóg góður til ikki at enda aftast og ikki enda í aftasta styrkisbólki. Undan bólkaspælinum mettu veddingarfyritøkurnar, at Føroyar fóru at enda á 3. plássi. So 3. plássið var ikki verri enn væntað var., men heldur ikki betri. Dystirnir á útivølli í Nations League hava tó víst, at nógv er at arbeiða við framyvir, tí hetta bólkaspælið hevur ikki víst nakað sum sigur, at Føroyar eru eitt sterkt lið í mun til aðrar kappingarneytar millum 16 tey veikastu liðini í Europa.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…