Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hanna spyr um Gøtudalstunnil

SKRIVAÐ: Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn  |  22.11.2018 - 17:37 Politikkur Tíðindaskriv

Fyrispurningur um Gøtudalstunnil, settur Heðin Mortensen, landsstýrismanni í samferðslumálum, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

 

1.      Hvør er støðan í málinum um tunnil millum Gøtu og Skálafjørðin og nær kann verkætlanin væntast at verða gjørd?

2.      Hvør er støðan í málinum um veg um Skálabotn, og nær kann verkætlanin væntast at verða gjørd?

3.      Hvussu gongur við at gera eina dagførda heildarætlan fyri samferðslukervið í Føroyum?

 

Viðmerkingar:

Leingi hava ætlanir verið um ein tunnil úr Gøtudali, sum skal knýtast í vegin og nýggju rundkoyringina í sambandi við vegin um Skálabotn. Tað er ein stórur politiskur feilur, at hendan verkætlan ikki er knýtt upp í tunnilsverkætlanina Eysturoyartunnilin. Vegurin á vestara armi á Skálafjørðinum hevur ligið klárur til ferðsluna úr Norðoyggjum, Leirvík, Gøtu og Fuglafirði í skjótt mong ár.

Landsverk sigur greitt, at Gøtudalstunnil og innkomuvegur í Havn eru mest átrokandi ferðsluloysnir  í sambandi við Eysturoyartunnilin: http://www.landsverk.fo/fo-fo/goetudalstunnil-og-innkomuvegur-neyðugir-við-oektu-ferðsluni

Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin eru aktuellar útbyggingar á høvuðs­farleiðunum í landinum. Vit kunnu fegnast um breiðu politisku semjuna um hesar tunnilsverkætlanir, og at gongdin tykist vera góð teimum viðvíkjandi.

Øll vita, at týdningarmiklar avleiddar verkætlanir av hesum útbyggingunum eru:  vegakervið á vestara armi á Skálafjørðinum, sum er gjørt, vegur um Skálabotn og tunnil millum Gøtudal og Skálafjørðin. Hesar útbyggingar høvdu sambært Landsverki verið aktuellar, hóast Eysturoyartunnilin ikki varð gjørdur, men tær eru enn meira umráðandi í sambandi við hendan.

Í tilfari hjá Landsverki verður Gøtueiði lýst sum eitt dømi, har nógv størsti parturin av strekkinum er longdarhallið omanfyri tær 70 promillu, sum er hægst tilrádda mark, og at stórur partur liggur millum 90 – 110 promillu. Hesi viðurskifti hava stóran týdning, tá um langtíðarraðfesting av skilagóðum vegasamabandi ræður og ikki minst um ferðslutrygd.

Vegamótið við Skálabotn er eitt av teimum, har stórur tørvur er á at bøta um ferðslutrygdina við rundkoyring, og farleiðin til Eysturoyartunnilin á vestara armi á Skálafjørðinum er so mikið væl liðug, at vegurin um Skálabotn saman við tunli úr Gøtudali fer at leggja nógv afturat stóru íløguni í Eysturoyartunnilin, tá um framkomuleika, nyttuvirði, ferðslutrygd og onnur týdningarmikil atlit ræður.

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað