Lýsing
Lýsing
Lýsing

Svarti fríggjadagur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.11.2018 - 00:01 Leiðarin Mentan Tíðindi Vinna

Har vit hava fleiri døpur nøvn á vikudøgum við serligari merking, er Black Friday tvørturímóti kendur fyri tað góða.

Her nøkur orð um upprunan.

Black Thursday var 24. oktober 1929. Hetta var dagurin tá partabrævameklararnir á Wall Street í New York í USA gjørdu veðhøldini effektiv, og tað vísti seg, at stóra partabrævaspekulatiónin í 1920’unum í stóran mun bygdi á fiktivan kapital. Bert fá kundu gjalda. Síðani kom Black Tuesday 5 dagar seinni, tann 29. oktober 1929. Hendan dagin krakkaði amerikanski búskapurin, og fólk seldu alt fyri at fáa fatur á reiðum peningi. Og úr Norðurírlandi kenna vit Bloody Sunday, ið er dagurin fyri 30. januar 1972, tá bretski herurin opnaði eld ímóti 28 óvápnaðum sivilistum. 

Sum avgjørda mótvekt til hesar tríggjar døpru dagarnar hava vit Black Friday. Black Friday er í ár tann 23. november, og siðurin stavar úr USA. Hetta er dagurin eftir teirra høgtíð Thanksgiving, og har eru fleiri ástøði um navnið. Eitt er, at so mong starvsfólk meldaðu seg sjúk dagin eftir Thanksgiving, og annað er, at tað vóru stóru fólkamongdirnar úti á handilsgøtunum, sum liggja til grund. Men tað vanligasta, og helst mest sannlíka er, at hetta er dagurin, tá jólasølan byrjar, og tølini hjá handlunum gjørdust svørt (positiv) eftir at hava verið reyð (staðið í minus) meginpartin av november.

Fólk tímdu ikki so væl út sjálvan dagin eftir Thanksgiving, og vildu helst taka sær av løttum eftir at hava etið ríkiligt og tikið rívan til sín av vátu vørunum. Av tí sama gjørdu handlarnir av at seta prísirnar niður í botn fyri at fáa fólk av húsi og til handils, heldur enn spakuliga at koma fyri seg aftur eftir veitsludagin fyri.

Hvussu er og ikki, so er hesin siðurin eisini lutvíst komin til Føroya. Í USA fara vørur hendan dagin fyri ein brotpart av vanliga kostnaðinum, og einstakar fyritøkur í Føroyum hava eisini gjørt tað sama. Men meira vanligt er her heima at lata ein avsláttur av ávísum vørum, t.v.s. hava tilboð hendan dagin, uttan tó at gera so nógv burturúr at lækka prísin sum amerikanarar. Hetta bendir á, at føroyingar eru heldur varnir við at taka dagin til sín, og at hann helst skal hava tíð at koma fyri seg í Føroyum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna