Lýsing
Lýsing
Lýsing

Magnus Magnussen, kommunulækni lagt frá sær, sum kommunulækni í Klaksvík

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  23.11.2018 - 20:58 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Myndarøð Tíðindi

Í tí sambandinum, var skipað fyri móttøku í býráðshøllini í Klaksvík. Tey vóru mong sum møttu at takka Magnusi fyri tíðina og røðurnar trutu ikki, harafturat hevði býráðið skipað fyri hugnaligum ábiti. Tað var John Færø, ið bjóðaði vælkomin, síðani gav hann orðið til Jógvan Skorheim, borgarstjóra. Eftir hann søgdu Egil á Bø, leiðari fyri Heilsutrygd, Begga Ellingsgaard, Jógvan við Keldu, Kári Kjelnæs, Elin Matras og John Færø stuttar takkarrøður.

Niðanfyri er røða borgarstjórans, Jógvan Skorheim:

Góði Magnus

Akkurat sum børnini í skúlanum læra kongarekkjur og løgmenn uttanat, so kenna tey flestu av okkum eisini kongarekkjuna fyri kommunulæknar her í býnum.

Røðin av mætum monnum, sum seinasta mansaldurin hava veitt klaksvíkingum lekidóm og tryggleika, telur kend nøvn sum Ólavur Gaard, Steingrím Weihe, Jaspur Petersen.

Og so sjálvandi eisini Magnus Magnussen.

Við tíni fráferð endar tí eisini ein era.

Næsta ættarlið er til reiðar at taka stafettina, og tíbetur er talan um dugnalig fólk, tí tínir skógvar verða stórir at fylla.

Tey flestu av okkum kenna til og vita, at avloysari 1, 2 ella 3 saktans kunnu vera góðir og dugnaligir læknar.

Men ongin teirra stendur mát við tann læknan, sum vit kenna. Og sum kennir okkum.

Hesin hevur tú altíð verið, Magnus.

Sambandið millum lækna og sjúkling man óivað vera millum tær mest persónligu og intimu av øllum professionellum relatiónum.

Tí eri eg sannførdur um, at tað serliga eru tínir menniskjaligu eginleikar, sum hava gjørt teg til ein so góðan og avhildnan lækna.

Tú ert róligur, siðiligur og trúfastur. Ein, sum man kennir seg tryggan við.

Saman við tínum sterka fakkunnleika hevur tað gjørt teg til ein lækna, sum fólk ynskja at sleppa til.

***

Eg fari neyvan heilt skeivur, um eg staðfesti, at kommunulæknatænastan var ein onnur, tá tú byrjaði í 1995, enn hon er í dag.

Hølisviðurskiftini og arbeiðsumstøðurnar kunnu næstan ikki samanberast, tí fyrstu árini vóru kommunulæknaviðtalurnar ikki somikið sum staðsettar undir sama taki.

Tú í gamla Norðoyabanka og Jaspur á ovastu hædd í bankabygninginum á Fornagørðum.

 

So tíðarrokningin fyri títt skeið skal í hvussu er býtast í tvey: fyri og eftir Læknamiðstøðina.

Saman við Jaspur Petersen vart tú virkin partur av projekteringini og byggitilgongdini.

So tit høvdu sjálvandi tykkara vitan og meiningar um, hvussu tykkara nýggja felags heim skuldi byggjast og innrættast.

Tí átti tú eisini tín stóra lut í heiðrinum, tá tit báðir í 2004 loksins kundu flyta inn saman eftir nógv ár á hvør sínum bústaði.

***

So tað er sjálvandi eisini eyðsæð, at Læknamiðstøðin hevur verið – og framvegis er – títt hjartabarn.

Sum ein framskygdur oddamaður hevur tú havt tín stóra leiklut í menningini av virkseminum og tænastuútboðinum í bygninginum.

Í dag merkir tað ítøkiliga, at læknamiðstøðin, umframt kommunulæknaviðtalur og sjúkrarøktarfrøðingar, eisini húsar økispsykiatriini.

Og skjótt verður kliniskur dietistur eisini aftur í húsinum.

Alt hetta hevur verið við til at menna kommunu­læknatænastuna.

Harumframt hevur ein stór broyting og menning í tíni tíð eisini verið, tá vit í Norðoya læknadømi blivu partur av felags læknavaktini 1870.

Hetta var eitt stórt frambrot og ein betran av bæði tænastuni og arbeiðsumstøðunum hjá tykkum læknum, sum eg veit, at tú Magnus vart ómetaliga glaður fyri.

***

Góði Magnus.

Nógv er hent hesi 23 árini.

Ongin orsøk hevur verið at keða seg, og við hvørt hevur eisini brotið í bæði borð.

Tú hevur verið stinnur og støðugur ígjøgnum alt hetta.

Tú hevur talað fyri tínum meiningum og metingum, og tú hevur talað at, tá tú hevur hildið tað verið neyðugt.

Altíð við tí fyri eyga at veita tínum sjúklingum og medmenniskjum eina so trygga og góða heilsutænastu sum gjørligt.

Sum ein rættur kongur hevur tú kent og virt tína ábyrgd og skyldu til at virka fyri tí, sum tú veitst er best.

Hjartans takk fyri tína tryggu og trúføstu tænastu í øll hesi mongu ár, og fagrastu ynski eisini framyvir.

Takk fyri.

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum