Lýsing
Lýsing
Lýsing

Takk fyri gott arbeiði og trúfesti...

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  23.11.2018 - 22:08 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Myndarøð Tíðindi

Segði Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd í røðu síni til fráfaringarløguna hjá Magnusi Magnusson. Umframt røður og góðorð, fekk Magnus eisini ein málning frá Klaksvíkar Kommunu, sum ímyndaði bygdina Árnafjør, hagani Magnus hevur røtur og har hann hevur búleikast nógv.

Niðanfyri orðini hjá Egil á Bø við fráfaringarløtuna:

 

Vit á Heilsutrygd ynskja eisini at nýta høvið at takka tær Magnusi, fyri tína trúgvu tænastu í Norðoya læknadømi, hesi seinastu 23 árini.

Tú tókst við starvinum her í februar 1995, men áðrenn tað hevur tú eisini røkt kommunulæknastarv á Sandoynni.

Tú ert ein væl lýddur kommunulækni, og saman við starvsfólkum tínum, hevur tú røkt viðtaluna fyrimyndarliga øll hesi árini.

Á Heilsutrygd hava vit bara gott at bera tær Magnus, og vit kenna teg, sum ein dugnaligan og samstarvssinnaðan starvsfelaga. Eg skilji eisini á onkrum av okkara starvsfólkum, sum hevur havt teg sum lækna, at tey eisini altíð hava kent seg væl, at koma til tín, at leita sær heilsuhjálp.

Tú hevur, saman við hinum læknunum, og starvsfólkunum annars í læknamiðstøðini, uppbygt eina góða tænastu til allar norðoyingar. Tú hevur verið við frá byrjan í Læknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík, og uppbygt hana til tað hon er í dag. Sum eg skilji, vart tú eisini við í fyrireikingini og projekteringini av læknamiðstøðini. Ein vælvirkandi læknamiðstøð, sum tænir øllum norðoyingum væl.

Í hesum tíðarskeiðnum eru føddir uml. 1900 norðoyingar, og av teimum hevur Magnus helst prikað uml. 640 . Hann hevur havt uml. 80-100.000 viðtalur, umframt eina rúgvu av telefon viðtalum og øðrum eisini.

Í hesum tíðarskeiðnum, hava menninir hjá KÍ verið føroyameistarar eina ferð, meðan kvinnurnar hava verið meistarar, mest sum alla tíðina. Eg havi tó ikki hugt eftir, um tað eru fleiri av kvinnunum, ella monnunum, sum ganga í viðtaluni hjá Magnusi.

Men Magnus, hóast hetta er ein fráfaringarløta fyri tær, so vóna vit á Heilsutrygd, at síggja teg aftur í skipanini, sum avloysara, tá tørvur er á tí.

Eg fari at enda við at takka tær fyri tað góða arbeiðið og trúfesti, sum tú hevur sýnt kommunulæknaskipanini og Norðoya Læknadømi øll hesi árini, og ynskja tær blíðan byr víðari á lívsleiðini

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki