Lýsing
Lýsing
Fýra av stovnarum felagsins avmyndaðir í Badmintonhøllini. Frá vinstru: Ólavur Johannesen, Jákup Isaksen, Albert Sjúrðaberg og Niels Pauli Guðjónsson | Mynd: Oliver Joensen

40 ára haldið hjá Mjølni - myndir

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  25.11.2018 - 13:51 Ítrottur Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Myndarøð Tíðindi

Tað møttu útvið 200 fólk til almennu móttøkuna í Badmintonhøllini í gjár.

Heilt sermerkt varð at stovnarar felagsins vórðu til móttøkuna, umframt fyrrverandi formenn, nevndarlimir og leikarar. Røður vórðu á skránni. Mjølnir hevði gjørt fitt burturúr, myndir vórðu hongdar á veggin og øll tey mongu uppmøttu hugdu við áhuga eftir eldri myndunum. Nógv góð flogbóltsprát spurdust burturúr løtuni.

Formaðurin í Mjølni Jóhann Lützen bjóðaði vælkomin og greiddi frá virksemi felagsins. 

Jógvan Skorheim borgarstjóri, sum sjálvur hevur leikt fyri Mjølnir, fegnaðist um týdningin av Mjølni, hevði fleiri stuttligar søgur og handaði felagnum eina gávu. 

The grand old man innan flogbólt í Føroyum, Herman Lindberg úr Fleyr, ynskti at heilsa Mjølnir til lukku. 

Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum røddi um stóra týdningin sum Mjølnir hevur haft fyri flogbóltin her á landi. Hann gav eisini felagnum eina gávu. 

At enda hugleiddu Bjørn Kalsø, Klæmint Isaksen, Vera Larsen og Marjun Kalsø um ta fyrstu tíðina í felagnum. Ein sera skemtilig løta eisini. 

Formaðurin tók orðið til seinast og takkaði øllum fyri teirra íkast til felagsskapin og kunngjørdi ætlanir um eina Mjølnir Masters Cup fyri øll flogbóltsáhugaði í Føroyum - eina kapping sum vit kendu hana í farnu øld. Hendan verður fyri leikarar yvir 35 ár og hon verður ætlandi um miðjan mars í 2019. Fyri at 40 ára føðingardagurin kann fullgerast, so verður veitsla eftir kappingina í Klaksvík. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…