So var liðugt
Tað hevur verið lítil vindur og lítið avfall í Føroyum í eina viku ella so. Tað er liðugt við tí nú.
Fyribils, ið hvussu so er.
Eitt hátrýst hevur ligið yvir Føroyum og hevur hildið øll lágtrýst burtur. Nú fer hátrýstøkið eystureftir, og so sleppa lágtrýst framat her hjá okkum við vindi og regni.
Ættin fer at krúpa seg niður ímóti landsynningi í nátt, og har fer ættin at vera í nakrar dagar.
Enn er vindferðin lítil – liggur um 3 til 8 m/s. Í nátt fer vindurin at veksa eitt sindur – upp í 5 til 10 m/s, og annaðkvøld upp í 10 til 15 m/s.
Mikunáttina veksur aftur – klokkan 7 er vindurin komin upp í 13 til 18 m/s – og soleiðis er eftir øllum at døma allur mikudagurin. Mikukvøldið minkar aftur.
Lágtrýstini nærkast Føroyum sunnaneftir, so vindurin veksur fyrst sunnanfjørðs.
So er tað avfallið.
Ælaveður í kvøld og nátt, eisini allan morgindagin. Mikumorgun fer at regna, og soleiðis sum tekin eru í sól og mána, so regnar allan dagin. Um kvøldið fer at slíta í.