Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðharri veit væl at ljósmøðrunar eru sáttmálasettar og hava tískil rætt at fara í verkfall. Um teirra starv er so týdningarmikið at undantøk mugu gevast, ja, so er at tænastumannaseta ljósmøðrunar | Mynd: kvf.fo

Verkføll eru rætturin hjá øllum sáttmálasettum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.11.2018 - 08:53 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Er eitt starv so alneyðugt, at tað ikki tolir eitt verkfall, er tað ábyrgdarleyst av setanarmyndugleikanum ikki at seta tað sum tænastumannastarv.

Í fjør vetur vóru tvey lemjandi verkføll, tá sjúkrarøktarfrøðingarnir og seinni námsfrøðingarnir vóru í verkfalli, tey seinni nevndu eisini verkbannaði. Beint nú er eitt triðja drúgvt verkfall júst liðugt. Aftur her var tað ein grundleggjandi vælferðartænasta, ið varð rakt. Hvørja ferð hevur annar sáttmálaparturin verið úti og sagt, at tað ber ikki til, at starvsbólkar bara fara í verkfall, og vilja hava so mong undantøk, at verkfallið í grundini missir alla meining.

Í dag eru tað stórt sæð bara politistar, tilbúgvingin, tollarar og nøkur fá starvsøki afturat, ið framhaldandi verða tænastumannasett, meðan tey flestu verða sáttmálasett. Hetta merkir í veruleikanum, at tá sáttmálarnir ganga út, so eru ongar bindingar partarnar ímillum longur. So í grundini kunnu tey starvssettu bara lata vera við at møta upp, eins og arbeiðsgevarin kann lata vera við at útgjalda løn, tá sáttmálin ikki er í gildi longur.

Nú frættist í Degi og viku mánakvøldið, at tað helst stóð um lív á Landssjúkrahúsinum, tá ein kvinna skuldi eiga. Ongin ljósmóðir var á vakt, men tveir avloysarar vórðu boðsendir úr Danmark til endamálið. Hetta eru treytirnar, tá fólk verða sáttmálasett, og tað dugir ein og hvør at síggja ikki ber til.

Líkt er til at arbeiðsgevarasíðan fegin vil hava sama rætt yvir starvsfólkunum, sum um tey vóru tænastumannasett, bert uttan at geva starvsfólkunum somu rættindi sum tænastumannasett hava. Tí verður biðið um eina langa røð av undantøkum. Og tá tey undantøkini ikki eru fingin til vega, hava vit nú sæð, at farið verður til Danmarkar at biðja vikarar koma at gera arbeiðið, sum er so neyðugt. So neyðugt, at tað ikki gevur nakra meining, at tað bert er sáttmálasett.

Er nakar so óunnveriligur, at hann ella hon ikki kann fara í verkfall, so er neyðugt at tænastumannaseta viðkomandi. Við tænastumannasetan fær viðkomandi typiskt langa uppsagnartíð við løn, men afturfyri kann viðkomandi ikki streyka. Velur setanarmyndugleikin at sáttmálaseta, ja, so hevur hann í grundini bara rætt til starvsfólkini, so leingi sáttmálin er í gildi.

Tí er tað eitt sindur burturvið av Landssjúkrahúsinum at krevja, at ljósmøðurnar skulu veita so nógv undantøk, at verkfallið onga meining gevur longur. Sjálvandi ynskja bæði Landssjúkrahúsið, Fíggjarmálaráðið og Heilsumálaráðið tað, men líka so sjálvsagt er tað, at Ljósmøðrafelagið sigur nei, tí øll tey givnu undantøkini gera tað minni átrokandi fyri mótpartin at samráðast.

Vit hava flutt okkum rættiliga langt tann siviliseraða vegin síðani tey lemjandi verkføllini síðst í farnu øld og fyrst í hesari. Tá valdaði í grundini lógloysi í Føroyum, har útróðrarbátar uttan nakra góðkenning til ferðafólkaflutning fyri svartar pengar, eins og fakfelagslimir í verkfalli steðgaðu bilum í hópatali í eitt nú Kollfjarðardali og kravdu at fáa atgongd til viðførisrúmini hjá fólki.

Hinvegin skulu arbeiðstakarar heldur ikki gerast undirbrotligir og finna seg í at verkfalsbrótarar bara koma úr útlondum, tá sáttmálasamráðingar miseydnast. Arbeiðsgevarin vil sjálvandi helst hava, at verkfallið merkist minst møguligt, men har má havast í huga, at teir eru mótpartar og ikki viðspælarar hjá arbeiðstakarunum. Arbeiðstakararnir eru ikki órímiligir, um teir ikki góðtaka tað, sum arbeiðsgevarin sigur, tá ongin sáttmáli er. Og arbeiðsgevarin hevur heldur ikki skyldur yvirfyri arbeiðstakarunum, tá ongin sáttmáli er.

At vit seinasta hálva árið hava sæð, at bæði brúkarar, arbeiðsgevarar og ikki minst politikarar vilja hava, at arbeiðstakararnir verða verandi til arbeiðis, hóast teir ongan sáttmála hava, er ein greið ábending um, at vit ikki áttu at slept tænastumannasetanirnar. Tolir brúkarin ella arbeiðsgevarin ikki, at eitt fólk ikki er til arbeiðis, eigur hetta fólkið at vera tænastumannasett. Tí so leingi fólk eru sáttmálasett, og sáttmálin ikki er í gildi, er rætturin at fara í verkfall teirra rættur. Verkfalsrætturin fylgir við øllum sáttmálasetanum, og tað veit setanarmyndugleikin, tá hann sáttmálasetir. 

Er eitt starv so alneyðugt, at tað ikki tolir eitt verkfall, er tað ábyrgdarleyst av setanarmyndugleikanum ikki at seta tað sum tænastumannastarv.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…