Lýsing
Lýsing
Lýsing

Monika Stauss Joensen - Seinasta jólagávan frá mammu

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  28.11.2018 - 15:23 Mentan Myndarøð Tíðindi

Jólatræið í Leirvík bleiv tendrað í gjárkvøldið.

Tað var Monika Stauss Joensen, ið helt røðuna, eftir at leiðarin fyri Skótalið Leirvíks Páll hevði bjóðað vælkomin og kórið Eystanljóð hevði sungið nakrar sangir, helt Monika røðu sína. Hon hevði valt eina egna uppliving, sum hugmynd, nevniliga tá hon fyri tveimum árum síðani fekk boð úr Sveis at koma heim fyri at síggja mammu sína fyri seinastu ferð.

Eftir røðuna hjá Moniku, sang kórið aftur og endað bleiv við "Gleðilig Jól". Aftaná vóru jólamenn á vitjan, teir góvu børnunum góðgæti og Eysturkommuna bjóðaði øllum vælkomnum í fimleikarhøllina til kakká og bollar.

Monika Stauss Joensen segði:

Fyri tveimum árum síðani, í 2016, ringdi systir mín úr Sveis tvær vikur áðrenn jól, at siga mær frá, at um eg vildi síggja mamma mín aftur meðan eg kundi hava kontakt við hana, mátti eg koma nú. Hon bleiv veikari fyri hvønn dag. Mamma var 91 ára gomul.

 Tað kom rættiliga óvart á meg. Hetta tíðspunktið, har so nógv var at takast við til jólar. Eg sá ein langan lista frammanfyri mær; baka jólasmákøkur, vaska, rudda og alt møguligt annað sum skuldi gerast. Tíbetur hevði eg ornað jólagávurnar í góðari tíð.

Her kundi alt gera tað sama, eg keypti eina billett beinavegin; sjálvandi vildi eg síggja mammu og vera saman við henni.  À røktarheiminum vóru vitjanartíðir sum máttu haldast, men eg slapp mangan at vera longri og røktararnir góvu sær góða tíð at práta og spyrja um mangt. Mamma hevði jú fortalt teimum alt møguligt um okkum her í Føroyum og á náttborðinum stóðu fittar myndir av langommubørnum úr Leirvík. 

Síðani eg kom til Føroya fyri yvir 30 ár síðani var hetta fyrstu ferð, at eg um jóltíðina aftur var í Sveis. Hóðast ársøkin at eg var farin heim til Sveis var tung,  var tað ein  heilt fantastiskt tíð.

Um kvøldarnar, aftaná vitjanartíð, fóru Andrea, systur mín, og eg á jólamarknaðin, sum var úti í býnum. Har var jólasøgan við ljóskastarum varpað á húsaveggirnar, har stóð ein jólabýur av smáum smáttum har ymiskt var bjóðað  til keyps:  Heimabundnar vøttir, húgvur og hosur  / smákøkudósir í øllum útgávum / brendar mandlur og jólabakstur / jólaprýði ...  her fanst alt sum hugsast kann. Tað angaði av jólum. Jólasangir sum eg kenndi frá barni av ljóðaðu úr hátalaranum og eg nýtti hvørja løtu.  Meðan vit gingu vendi eg mær knappliga til systur mína: “ Hetta er barasta so serligt, at vit aftaná so mong ár sleppa at uppliva alt hetta einaferð saman aftur. Kanska er hatta síðsta jólagávan  sum mamma gevur okkum.”

 Andrea bert hugdi, nikkaði og so gingu vit tigandi eina løtu.

Dagin áðrenn eg skuldi heim aftur til Føroyar, gjørdi eg lítlar jólaposar har eg koyrdi okkurt søtt í, sum eg hevði keypt, og skrivaði eina heilsan til røktararnar á røktingarheiminum, har mamma var. Eg skrivaði heilsurnar, sum um tað var mamma sjálv  sum hevði skrivað tær :

 Gleðilig jól og hjartans takk fyri umsorgan og kærleika.

Kærar heilsur   Frú Elisabeth Stauss

 

Eg gav røktarinum hvør sína heilsan og segði, at hetta var frá “Frau Stauss”. Eg segði at hon altíð hevur verið gávumild og uppmerksom men nú, hon ikki kundi gera slíkar heilsanir sjálv, hevði eg gjørt tað fyri hana.

Eisini  hevði eg eina jólagávu við til mammu: eitt føroysk turriklæð úr Lávusahúsið í Leirvík.  Andrea slapp at velja litin. Eg visti væl, at mamma aldrin kom at brúka tað, men so kundi Andrea hava tað sum minni. Eg vildi fyri síðstu ferð keypa mammu eina jólagávu.

Hvat er jól uttan gávur. Men gávurnar kunnu vera ógvuliga ymiskar, og faktist behøvast tær onki at kosta.  Mín størsta gáva hesi jól var, at eg kundi síggja mamma mín aftur og vera saman við henni. At eg kundi vera saman við systur míni og uppliva so mangt serligt, sum minti okkum á okkara barndomsár, var fyri okkum báðar ein heilt serlig gáva. Fyri mammu var størsta gávan tann, at eg var komin allan vegin úr Føroyum til Sveis og hevði gjørt hesar heilsanir til tey sum vóru um hana á røktingarheiminum. Gávur eru ikki bert “ting” ein keypur ...  gávur kunnu eisini vera nakað ein ger, nakað ein er fyri ein annan, nakað sum ein tekur sær stundir til ella ...  kanska kundu vit sagt “mátin vit møta einum øðrum”.

Hetta vísur Gud okkum í jólaboðskapinum, tá ið Jesubarnið bleiv føtt jólanátt í einum fjósið. Hirðanar úti á markinum frattu fyrst um nýfødda barnið og ein stjørna leiddu teir tríggjir vísmenninar til Bethlehem, staðið har Jesus var borin í heim. Tey høvdu hvør sína gáva við: gull, roykilsi og myrra.

Øll hesu vøkru ljósini sum eru tendra í kvøld og sum lýsa nú gjøgnum bygdina í myrkastu tíðina av árinum skulu minna okkum á hendingin sum fór fram hina vetrarnáttina, tá Jesus, frelsara okkara bleiv føddur og at Hann livir !

Gávurnar vit geva hvørjum øðrum eru áminningar um kærleik Guds. At Hann ynksti at geva okkum tað besta Hann átti.

 Hvør gáva – stór ella smá, skal minna okkum á, at tað sum stendur yvir øllum er kærkeiki; kærleiki frá Gudi sum uppá henda hátt skal fara víðari til okkara næstu.

Lat ljósini lysa. Og har myrkt er, lýsa tey bjartast.

So ynskji eg tykkum eina hugnaliga advent har vit lata mong ljós lýsa í hjørtur av hvørjum øðrum. Jesu verið við tykkum øllum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…