Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað krevur menniskju fyri býir at skapa býir fyri menniskju

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  01.12.2018 - 19:21 Mentan Myndarøð Tíðindi

Millum annað soleiðis málbar Beinta Klakstein, býráðslimur seg, tá hon helt røðuna í Vágstúni, í samband við at jólatræið varð tendrað.

Sí røðu hennara her niðanfyri:

 
Góðu tit øll, sum eru samlað her í Vágstúni í dag.
 
Takk fyri, at tit eru komin her í dag og takk til Klaksvíkar kommunu, Klaksvíkar Hornorkestur og øll onnur, sum eru við til at gera hesa løtuna í Vágstúni so hugnaliga. 
 
Tað er mær ein heiður at siga nøkur orð, nú hetta vakra jólatræ um eina løtu verður enn meira sjónligt, tá ljósketan verður tendrað og veruliga fær Vágstún og Klaksvíkina at lýsa upp.
 
Hetta er eisini tað, sum fortelur okkum, at nú nærkast jólahátíðin av álvara. Vit síggja eisini, at fólk hava pyntað, og tað mest sjónliga her er eisini allar jólaperurnar, sum vit síggja í vindeygum og um húsini. Tað er ljós.
 
Men hvat er ljós? Ljós vekir okkum, blendar okkum, vísir okkum veg, ger okkum brún, ger okkum glað og gevur hita. Í veruleikanum er ljós ein treyt fyri, at vit kunnu yvirliva her á jørðini.
 
Og ljós skapar hugna myrku árstíðina og gevur vón. 
 
Julen er hjertenes fest, verður ofta tikið til. Hjartað rúmar lívi og kenslum og registerar og avspeglar okkara sinnisstøðu. Tá vit eru glað, kennist tað sum um, at hjartað hoppar av gleði, tá vit eru spent at tað slær harðari, og tá vit eru kedd, fáa vit ilt í hjartað. Tá vit eru bangin, kennist tað sum um, at hjartað steðgar upp, og tá vit eru í sorg, kennist tað sum um, at hjartað bløðir. 
 
Sjálvt um vit vita, at tað er í heilanum, at okkara kenslur sita og at hjartað er ein vøddi, sum pumpar blóðið runt í kroppinum, so er tað í hjartanum vit goyma tað, sum veruliga hevur týdning fyri okkum. Hjartað rúmar okkara sorg og gleði.
 
Jólahátíðin ger okkurt við okkum menniskju. Jólini vekir okkara kenslur og setur hjartað í miðdepilin. Tað fær okkum at minnast og glaðast. Minnast tað, sum farið er og gleðast um tað, sum koma skal. Men fyri nøkur er tað eisini stúran, sorg og saknur. Stúran um framtíðina, sorg yvir at hava mist og saknur eftir onkrum, sum ein vildi ynskt var her. Tað er so týdningarmikið, at vit altíð eru um menniskju, sum á ymiskan hátt hava tað svárt. Lat okkum eisini minnast til tað, nú jólini nærkast, at vit av heilum hjarta eisini rúma teirra sorg og sakni og stúran. 
 
Hvør lærdi teg at siga takk? Minnist tú tað? Hetta var yvirskriftin, ið Hanna Thøgersen hevði til ein fyrilestur. Ein setningur, sum fekk meg at hugsa. Tað verður ofta sagt, at nógv børn í dag ikki duga fólkaskikk og mangla dannilsi. Samstundis hoyra vit eisini nógv um, hvussu upptikin nógv foreldur eru og fyri at kompensera fyri væntandi tíð og harvið eisini nærveru, gera tey t.d tingini fyri børnini, fyri at tað skal ganga skjótari. Tey tendra ein skíggja, sum kann undirhalda børnini, meðan tey bíða eftir døgurðanum ella onkrum øðrum. Men hvat ger hetta við okkara børn? Innanfyri námsfrøðiliga økið kemur tað eisini meira og meira fram, at tað, sum nógv børn mangla frá teimum vaksnu í dag, er tíð og nærvera.

 

Tað er har, vit skulu seta inn, men tað er eisini galdandi innan arbeiði við børnum og fyri so vítt øllum menniskjum, at tað er ikki tíð til relatiónsarbeiði, tað vil siga, at lurta, práta, fortelja og vegleiða, tí tað t.d eru ov nógv praktiskt ting, sum mugu gerast. Og hvat er tað ikki tankavekjandi? Tað mest einkla og grundleggjandi verður lagt til síðis, tí tíðin ikki er til tað. Åh sum tað er týdningarmikið at vit steðga á og ikki halda áfram á tí sporinum. At siga góðan dag, farvæl og takk, er ikki bara góður fólkaskikkur, men er so týdningarmikið fyri okkara dannilsi og virðisgrundarlagi. Tað gevur okkum eina fatan av okkum sjálvum og øðrum. Og tað mugu vit leggja í okkara børn, tí hvussu skulu tey annars læra tað. 
 
 
Kanska tit hava lagt merki til at tað ymsa staðni í býnum er kunning, plakatir og annað um ABC-fyri sálarliga heilsu. Fólkaheilsuráðið vil við verkætlanini fremja sálarligu heilsuna hjá føroyingum. Klaksvíkar kommuna er samstarvsfelagi í hesi verkætlan. Orsøkin til, at eg nevni ABC, er boðskapinum “Ver virkin, ver hugbundin, ver saman”. At vera í felagsskapum ella virksemi, sum gevur meining og er fyri øll, styrkir sálarligu heilsuna.

 

Tað eru longu fleiri einstaklingar, feløg, samkomur og onnur í Klaksvík, sum longu gera tað, sum ABC stendur fyri. Tað er fantastiskt. Vit skulu bara gerast meira tilvitað um tað og seta orð á tað, sum verður gjørt. Hetta fyri, at tað verður partur av okkara samleika og mentan. Og ABC kann gerast allastaðni. At vit eru nærverandi og gera eitthvørt saman við okkara nærmastu, er eisini við til at styrkja sálarligu heilsuna. Og tað nýtist ikki at vera nakað ávíst. At sita rundanum eitt borð saman við familjuni og práta ella spæla eitt spæl er ABC.

 

At fara ein gongutúr uttan mið og mál og bara vera, er eisini ABC. At banka uppá hjá einum í grannalagnum, sum tú ikki kennir, og tú fortelir viðkomandi hvør tú ert og bjóðar viðkomandi at vera vælkomin til ein kopp av kaffi, er eisini ABC. Hugsa tær, um tað bert var tað sum skuldi til, at viðkomandi kendi seg heima í grannalagnum og harvið partur av einum felagsskapi. Um vit øll bara hugsa eitt sindur meira um hesar tríggjar setningarnir, sum eru so einfaldir og alíkavæl siga so nógv, so gerast vit meira nærverandi og hava hjartað við.
 
Nú standa vit í hjartanum í Klaksvík. Við jólatræið í Vágstúni.
 
Tað verður sagt, at fyrsta jólatræið kom til Føroya síðst í 1800-talinum.  
Tað, at vit pynta træið sum vit ofta gera, eru symbolir uppá søguna um Jesusbarnið, sum kom inn í heimin. Og sum er orsøkin til, at vit halda jól.
 
Stjørnan á toppinum minnir okkum á Betlehemstjørnuna, sum vísti vísmonnunum veg.
 
Gávurnar sum vit leggja undir træið, minna okkum á gávurnar, sum vísmenninir bóru Jesubarninum.
 
Ljósini skulu minna okkum á, at Jesus er ljós heimsins. Og ketan ímyndar samanhald og kærleika millum menniskju
 
Jólakúlurnar skulu ímynda jørðina.
 
Einglarnir verja og vælsigna okkum.
 
Træið stendur í hjartanum í Klaksvík.
 
Klaksvík er ein býur í menning og vøkstri.
 
Men hvat skapar so ein góðan bý? Eg var so heppin at luttaka í einum tiltaki í Runavík síðsta ár, sum nettupp hevði hetta heiti. Flemming Borreskov, ið var ein av fyrilestrahaldarunum, segði eitt, sum eg veruliga tók til mín. Hann segði: “Tað krevur menniskju fyri býir at skapa býir fyri menniskju. Og hetta fekk meg at hugsa um Klaksvíkina. Vit eru so heppin at sleppa at uppliva eina ómetaliga stóra og spennandi broyting og menning í okkara býi. Biskopstorg, Skúlatrøð, nýtt ídnaðarøki, lundin, sum er við at taka skap beint her viðsíðuna av, rennibreyt, Nólsoyar Pálsgarðurin og annað er eisini ávegis.

 

Hetta er nakað, sum veruliga er við til at menna og gera Klaksvíkina betur. Men hvat er alt hetta, uttan tey menniskju, sum virka og liva her. Uttan øll menniskjuni hevur tað jú onki virði. Tað er samanrenningin av menniskjum og umstøðum, sum gera okkara bý til nakað heilt serligt. Og tey menniskju, sum gera Klaksvíkina til nakað heilt serligt, eru tit. Hvør einstakur av tykkum gevur tykkara íkast til, at Klaksvík er tað, hon er. Og fyri at venda aftur til ljósketuna, sum er súmbol uppá samanhald og kærleika manna millum, so eru tit øll partur av hesu ljósketu, sum tilsamans skapa tað ljósið, sum skínir bjartast.
 

Vil ynskja tykkum øllum eini góð, friðsæl og gleðilig jól. Og tað skal vera mín vón, at nærvera, samanhald, eymjúkleiki og takksemi verður tað, sum fyllir stovurnar hjá tykkum øllum.
 
Takk fyri.
 
 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna