Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stór fjøld av fólki til jólatræið í Árnafirði

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  02.12.2018 - 10:42 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjárkvøldi varð sett á skrá, at jólatræið í Árnafirði skuldi tendra. Jólatræið hevur havt sítt fasta pláss á Vaglinum í Árnafirði í mong Harrans ár.

Klaksvíkar Hornorkestur spældi við sínum hugnaliga ljómi nøkur jólaløg. Síðani helt Sigrid Jógvansdóttir eina frálíka røðu, sum ikki færri enn 100 fólk lýddu á, og góðu henni tøkk og rós fyri.

Tá ið sjálvt haldið við jólatræið við hornblástri og røðu var liðugt, varð boðið inn í søguliga bygdahandilin til ein kaffimunn við rísalamang – Fyrr varð handilin kallaður Handilin hjá Niclas, seinni Handilin hjá Óla, ella sum hann seinnu árini eisini varð kallaður, Handilin hjá Fanny. Jú, “kært barn har mange navne”, kanst tú siga.

Levi Justinussen, sum hevði smiðju í kjallaranum í handlinum, og sum onkuntíð seinni eisini ansaði handlinum, segði, at tað mundi neyvan hava verið so nógv fólk í handlinum nakrantíð, sum í kvøld. Hetta hugaði honum og øllum hinum mongu, sum vitjaðu inn á gólvið at fáa sær ein góðan kaffimunn, væl.

Og prátið mundi ongan enda fingið, tí væl út á kvøldið, tó at tað tyntist við fólki, stóðu fólk og prátaðu um góðar gamlar dagar í handlinum. Og ikki nokk við tí, so varð sokkið inn á gólvið í grannahúsunum, at fáa eitt skjótt prát og annars takka fyri eitt hugnaligt kvøld.

Jú, árnfirðingar vóru sannførdir um, at hetta hevði verið eitt frágera hugnaligt kvøld við, so nógvum, sum høvdu ættarbond hagani, ið høvdu vitjað aftur til hetta fjálga høvið – at tendra jólatræið, sum við sínum ljósum minnir okkum á eina hugnaliga fyrireikingartíð til jóla - Advent.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…