Lýsing
Lýsing

Veruleikin, fiskurin og frøðin

SKRIVAÐ: Eyðun Hansen  |  02.12.2018 - 20:36 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi Vinna

Eg havi spurt Havstovuna, um teir hava gjørt royndir at merkja tosk í gýtingartíðini, tá nógvur toskur kemur at gýta, sum grønlendingar hava gjørt. Hetta var serliga mitt í 90-unum og tvey tey seinastu árini, har toskurin hevur ferðast nógv, men eg havi ikki fingið nøktandi svar.

Havstovan sigur, at teir hava gjørt royndir at merkja tosk, sum vísa, at toskurin ikki ferðast  út av grunninum. Tær seinastu merkiroyndirnar eru frá 2012.

Støddin á toskurin, sum er veiddur á Føroyagrunninum í 2017 og frá 1. januar til 21. november í 2018:

 

 

Talvan vísir, at 80 % av toskinum, sum er fiskaður, er eldri enn 4 ár og er gýttur áðrenn 2013. Um fiskifrøðingarnir høvdu rætt, skuldi mest veri av 1 – 4 ára gomlum fiski nú.

Um tað var ovurfisking, sum er grundin til, at toskastovnurin minkar viðhvørt, skuldi fiskaríið minkað líðandi yvir nøkur ár.

Bygnaðarnevndin, sum varð sett í fyrru helvt av 90-unum, segði í sínum áliti til landsstýrið,  í 1993, at tað fór at taka eini 6-10 ár, til toskastovnurin rættiliga kom fyri seg aftur. Allíkavæl vísti tað seg, at stovnurin kom heilt væl fyri seg eftir bara 2-3 árum.

Nú má Havstovan gera tað sama, sum bleiv gjørt miðskeiðis í 90-unum, at broyta talvurnar á heimasíðuni, um nær fiskurin er gýttur, fyri at fáa tær at samsvara við veruleikan.

Hví hava hvørki Havstovan, fiskimenn, landarar, eftirlitsfólk ella flakavirki, sæð nakað til toskin inni á landgrunninum árini frammanundan, tá Havstovan sigur, at toskurin er støðufastur á grunninum?

Í 100 ár frá 1903 til 2003 var miðalveiðan av toski 25.000 tons. Árini frá 1950 til 1989 var nógv føði og góðar liviumstøður hjá toski, og miðalveiðan var 31.000 tons hesi 40 árini.

Tá so nógv góð fiskiár vóru, vísir hetta, at veiðan var burðardygg við tí miðalveiðuni, so tað er undrunarvert, at Havstovan nú sigur, at ov nógv verður fiskað, og veiðan ikki er burðardygg við 6 - 15.000 tonsum.

Eg havi fyrr lagt talvur út sum vísa, at har fiskifrøðingar og ICES ráða, er fiskaríið minkað við millum 50 – 100 % allastaðni. Einasta undantakið er Norra.

Flotin og fiskidagarnir eru minkaðir nógv, og nógvar leiðir eru stongdar, so vit klára ikki at gagnnýta okkara fiskastovnar longur. Vit koma ongantíð aftur at fiska 30.000 tons av toski um árið, um politikararnir blíva við at lurta eftir  Havstovuni, sum blívur við at tilmæla at skerja og taka brúktar og allar óbrúktu dagar frá skipabólkunum. So verður skjótt onki fiskiskip eftir á grunninum.

Fiskidagaskipanin bleiv gjørd til at taka meira úr stovninum, tá nógvur fiskur er, og minni tá lítið av fiski er til. Tað hevur eisini víst seg, at nógv færri fiskidagar blíva brúktir, tá minni av fiski er á grunninum, og tað besta er, at man sleppur undan útblaking og øðrum lógarbrotum, sum onnur lond hava stríðst við í 30 – 40 ár.

Um tað blívur fiskað ov lítið úr fiskastovninum, tá nógvur fiskur og lítið er til av føði, minkar føðin skjótt, og tá ger kannibalisma, at stovnarnir minka skjótari, enn teir annars høvdu gjørt.

Hvussu kann Havstovan meta um veiðitrýstið, og hvussu nógv blívur fiskað, tá teir ikki vita, hvussu stórur toskastovnurin er?

Tað er prógvað fleiri ferðir, at Excel arkið hjá Havstovuni kemur við skeivari stovnsmeting, og teir hava onki svar uppá, hví so er. Teir siga bara, at ov nógv verður fiskað. Tá góð fiskiár hava verið, hava fiskifrøðingar ongantíð kunnað sagt frammanundan, at um so og so nógv ár verður nógvur fiskur at fáa, sjálvt um fiskimenn eini 3-4 ár frammanundan hava sæð broytingar í náttúruni. Eg veit ikki, um tað er fiskifrøði.     

Fólk flyta úr smærri oyggjum og bygdum. Aðrastaðni er tað frá bóndagørðum og smærri plássum, um onki arbeiði er at fáa, inn til stórbýirnar, tá liviumstøðurnar versna.

Fiskur, fuglur, djór og allar livandi verur flyta seg hagar føði og liviumstøðurnar eru betri. Hetta er innbygt frá náttúrunar hond,  og verður ringt at broyta uppá, eisini tá talan er um tosk.

Her síggja vit, hvussu nógv vit kunnu at fiska úr stovninum, við einari burðardyggari veiðu:

  • http://hav.fo/PDF/Ritgerdir/2004/Fiskiskapur100ar_opnur.pdf
  • http://www.fiskerforum.dk/erhvervsnyt/a/groenlands-gaade-om-de-store-torsk-15102018
  • https://www.facebook.com/photo.php?fbid=1914593338627536&set=gm.2056315527793329&type=3&eid=ARDio1uxAtJ4mni0P0bhQF1Zs2jRDxEiMwp8tKouRzFGFx2YcTFQDi5UbQ2L0oHsF8_0oQ8DcmWpBu3I&ifg=1
  • http://kvf.fo/netvarp/uv/2018/10/17/lgligur-fiskiskapur-skal-stegast
Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin