Lýsing
Lýsing
Hanna lesur Norðlýsið við stórum áhuga | Mynd: Sára Jógvansdóttir

Norðlýsið við hondbóltslandsliðnum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.12.2018 - 11:23 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Norðlýsið verður lisið kring allan knøttin. Tá kvinnulandsliðið leikti HM-undanundankapping í Sveis herfyri, hevði ferðaleiðarin Hanna Thomsen fingið sær blaðið í hendurnar. Forsíðusøgan hevði hennara stóra áhuga og tað ikki av ongum.

Tú kanst taka damuna úr Klaksvík, men tú kanst ikki taka Klaksvík úr damuni. Hanna Thomsen er búsitandi í Sveits og hevur hon búleikast har í 30 ár. Hanna Thomsen er ættað úr Klaksvík er dóttur til Dánjal Thomsen og Hansy Thomsen, sálu.

Tá hondbóltslandsliðið hjá kvinnunum leikti HM-undanundankapping í Sveits herfyri, var Hanna ferðaleiðari hjá føroysku kvinnunum.  

Á veg til ein av dystunum hevði Hanna leitað sær útgávu nr. 42 av blaðnum hjá Norðlýsinum. Hanna læs blaðið við stórum áhuga og tað var ikki av tilvild. Forsíðusøgan var nevniliga um systir hennara Agnas Olsen, ið stóð føst í Leirvíkslíð eina heila nátt. Hendingin fór fram í 1979 og Norðlýsið skrivaði um tilburðin tá. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…