Lýsing
Lýsing
Tað kann ikki verða stuttligt at verða starvsfólk ella næmingur á Glasi, við øllum tí vitloysi og politiskum ábyrgdarloysi, vit uppliva í hesum døgum.

Løgtingslóg um ábyrgdarloysi landsstýrismanna?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.12.2018 - 08:05 Leiðarin Mentan Politikkur Tíðindi

Tað gongur sera striltið at plasera ábyrgd í Føroyum. Í teimum førunum, har politikarar standa fram og siga seg taka ábyrgdina, er tað ofta bert ein innantómur floskul og merkir ikki, sum tað átti at merkt, at teir ætla at taka nakra avleiðing á seg. Men í flestu førum er ábyrgdarbýtið ógreitt og spjatt út á fleiri aðalráð og sáttmálapartar, og har fleiri standa við ábyrgdini merkir tað vanliga, at í veruleikanum hevur ongin ábyrgd.  

Vit hava havt eitt hart verkfall í Føroyum síðstu vikurnar. Tað kom so langt út, at har stóð um lív til endans. Men hvør hevði ábyrgdina? Heilsumálaráðið, sum varar av økinum? Landssjúkrahúsið, sum varð rakt av arbeiðssteðginum? Fakfelagið í verkfalli? Ella Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum, sum samráddist? Óansæð, so tók ongin ábyrgdina. Tí tað telur ikki sum ábyrgd at leggja arbeiðið í hendurnar á tilvildarligum verkfalsbrótarum, hóast hetta kanska bjargaði lívi eina ferð, tí longu dagin eftir vóru tær aftur av landi skotnar.

Eftir ein tílikan tilburð verður altíð sagt, at nú skulu stig takast til, at hetta ikki hendir aftur. Men tá ein vika ella so er farin, er alt gloymt, og tey stigini verða ongantíð tikin. Vit minnast júst tað sama frá verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og námsfrøðingunum í fjør. Í báðum førum skuldu stig takast til at fyribyrgja, at lív og heilsa fóru at verða sett í vanda, men tey stigini vórðu ongantíð tikin, og nú eru skjótt nýggjar sáttmálasamráðingar á skránni.

Føroya størsta byggigøla, Glasir, er grellasta dømi um ábyrgdarundanstøkking. Ein byggifyritøka, TG-Verk, gevst við tilhoyrandi endurgjaldskrøvum; ein byggiharri, Landsverk, brúkar ov nógvan pening; eftirlitismyndugleikin Mentamálaráðið hevur ikki eftirlit, og avvarðandi myndugleikin yvir Landsverki, Samferðslumálaráðið, veit av ongum. Tingfólk verða tí tikin heilt á bóli, tá eykajáttanarumbønir fyri fyrst 113,5 mió. (í 2017), síðani 18,7 mió., seinni 28 mió. og nú 46 mió. streyma inn. Seinast vit frættu, varð biðið um yvir 48 milliónir meira í 2018.

Tað er nokkso sigandi, at reaktiónin frá Mentamálaráðnum ikki var tann upplagda, nevniliga at staðfesta ábyrgd fyri meirnýtsluni. Denturin varð lagdur á tað sekundéra, nevniliga spurningin um “Hvat skal til fyri at byggiverkætlanin ikki steðgar upp?”, og svarið til tað var, at tað var neyðugt at játta. Men spurningurin er skeivur.

Samferðslumálaráðið er hinvegin á rættari kós, tá tey seta eina kanning í verk, ið skal geva svar innan 2 vikur. Og andstøðutinglimirnir somuleiðis, tá teir hava fyrivarni við at veita umbidnu eykajáttanirnar. Áðrenn tað er staðfest hvussu tað kundi ganga so galið, ber ikki til at vita, at tað ikki kann ganga uppaftur meira galið, og tá er loysnin ikki at blíva við at játta eyka til eitt potentielt botnleyst hol.

Úr Fiskimálaráðnum hoyrdu vit fyri fáum vikum síðani fiskimálaráðharran staðfesta, “Hesum taki eg fulla ábyrgd av!”. Og so hendi onki meira, og gerandisdagurin helt bara fram. Eftir stendur føroyski borgarin og spyr, hvør munurin er á, tá ein landsstýrismaður í Føroyum tekur fulla ábyrgd, og so tá hann onga ábyrgd tekur, tá nú alt bara heldur áfram, sum um onki var hent.

Tað sama var niðurlagið undir verkfallinum. Ábyrgdin liggur á papírinum hjá fleiri pørtum, og tað merkir, tá tað kemur til stykkis, hjá ongum. Hevði eitt lív verið mist tá, so hevði ongin tikið sær ábyrgdina av tí, men úrslitið hevði verið tað sama, um onkur gjørdi. Nevniliga, at gerandisdagurin bara helt áfram, landsstýrisfólkini og fakfelagið høvdu fingið nakrar skolur, og so var alt við tað gamla aftur.

Hetta er ikki at taka ábyrgd. Og tað er tað heldur ikki, um Samferðslumálaráðið ger eina kanning, sum staðfestir ábyrgdina, um gerandisdagurin bert heldur áfram fyri tann, sum hevur hana.

At staðfesta ábyrgd má og skal merkja, at tann, sum hevur ábyrgdina, tekur avleiðingarnar av henni. Um gerandisdagurin bara heldur áfram hjá tí, sum hevur ábyrgdina av eini gølu, so kann viðkomandi ikki siga, at hann hevur tikið nakra ábyrgd.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin