Lýsing
Kristin Michelsen er borgarstjóri í Tvøroyri | Mynd: Oliver Joensen

Tvøroyar kommuna lækkar skattin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.12.2018 - 06:35 Politikkur Tíðindi

Tvøroyrar býráð samtykti á fundi fíggjarætlanina fyri 2019, sum javnvigar við 104,25 mió. kr.

Skattaprosentið í Tvøroyrar Kommunu lækkar við einum prosenti til 20,90%. Barnafrádrátturin verður tann sami sum í 2018 kr. 7.000,- fyri hvørt barnið.

Inntøkur av persónskatti komandi ár eru mettar til 56,15 mió. kr. og inntøkur av partafelagsskatti 2,0 mió. kr., íalt 58,15 mió. kr.

Inntøkurnar samanlagt hjá Tvøroyrar kommunu komandi ár eru mettur til 76,7 mió. kr. íroknað afturbering til eldraøkið. Rakstrarútreiðslurnar eru mettar til 69,5 mió. kr. Avlopið í rakstrinum er sostatt 7,2 mió. kr.

Tvøroyrar býráð hevur í fíggjarætlanini fyri 2019 sett 31,352 mió. av til íløgur í kommununi. Hesar íløgur verða í høvuðsheitum býttar soleiðis á økini: 
$ 1 Fyrisiting: kr. 850.000, $ 3 Børn og ung: kr. 9.181.924, $ 4 Undirvísing: kr. 1.880.000, $ 5 Mentan og frítíð: kr. 1.000.000, $ 6 Teknisk mál: kr. 13.241.519, 8 7 Kommunal virki: kr. 5.200.000,

Íløgurnar verða fíggjaðar við yvirskotinum av rakstrinum, umframt lántøku á kr. 4,2 mió og tøkum gjaldføri á kr. 23,34 mió.

Tvøroyrar býráð hevur í fíggjarætlanini fyri 2019 sett kr. 3,38 mió. av til avdráttir av láni og kr. 525.000,- av til rentur av lániskuld. Við árslok 2019 verður skuldin svarandi til 0,78 í álíkning.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skúvadals­húsið egið elverk
Kølið og ælaveður í dag
Uppstillingarfundur og hugni
Takk til Sambands­flokkin fyri sera jalig…
Norð­oyastevnu­framsýningin 2019
Vilja broyta nøkur konkret ting
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnublaðið kemur mikudagin
Það er nauðsynlegt að sigla, en ekki nau…
Politikarar kappaðust í egningarskúri­num…
KÍ fekk stig í Sørvági
9 ár síðan Roysningu­rin Ári, vitjaði
Sonja kann bjarga Tjóðveldis­flokkinum
Sambands­flokku­rin aftur á Fólkating
Fríggja­dagin hitti borgar­stjó­rin borgars…
Rukkulakkin á Norð­oyastevnu
Jørgen lýsir fyrstu 20 dagarnar hjá Heði…
Hjálpar­fólk til Føroya størsta heilsutil…
#400 er klar til at opjusteres
Tveir KÍ-leikarar á U21-lands­liðnum