Lýsing
Lýsing
Lýsing

Minningarorð um John Mikkelsen

SKRIVAÐ: KBI  |  05.12.2018 - 10:10 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Tað er so óveruligt at sita her í kvøld, fyrsta sunnukvøld í advent, og skriva minningarorð um teg, John. Tú vart einans 57 ár nú tú fór.

Havi kent teg so at siga alt mítt lív, heilt frá tíðini á Vágsheygnum, tú var ein av Vágsheyggjafrensunum, sum dreingirnir har vóru kallaðir.

Tú lærdi til maskinsmið á bedingini, har sjálvt búmerkið er gjørt av tær og Boga Linklett. Tveir úrmælingar má sigast. Tú sigldi við Sundaberg og seinni fórt tú til Esbjerg at víðariútbúgva teg til maskinmeistara, og so aftur at sigla við Sundabergi, saman við beiggjunum Hákun og Karl Hilmar; nógv avhildin og sera dugnaligur maskinmaður.

Seinni tókst tú við teknisku ábyrgdini á arbeiðplássi tínum hjá JFK. Skipini skulu sigla og fiska, og nærlagdur og ordiligur, sum tú er, ivaðist ongin í, at tú hevði skil á tí. Eitt stutt tíðarskeið vart tú í starvi hjá Skipaeftirlitinum og á Sjónám, áðrenn tú við gleði vendi aftur til JFK, og frøin á Hanusi var sera stór.

John, tú var sjáldsama væl skipaður í øllum, tú fekst við í tínum arbeiði. Hetta, saman við bæði breiðu teknisku og djúpu fakligu førleikunum, gjørdi, at tey arbeiðsøki, har John hevði ábyrgd, vóru væl umgingin. Tað, sum varð latið úr hondum tínum, var væl gjørt og ikki minst: altíð væl gjøgnumhugsað, áðrenn tað var latið úr hondum. Av tí sama var tað eisini lætt og hugaligt hjá smiðum, skipasmiðjum og øðrum at arbeiða saman við tær.

Tú var ongantíð bangin fyri at geva av tínu breiðu teknisku vitan, tá tú varð spurdur.
Sjálvur spurdi eg teg ofta til ráðs og tú, við tínum vinarlagi og stoltleika vart altíð klárur við góðum ráðum; tað skalt tú hava stóta takk fyri. Eisini fyri tann stóra stuðul og tey góðu ráð, sum tú gavst mær, tá eg byrjaði KBI í 2002.

Vit hava havt nógvar góðar løtur saman og vit hava flent nógv saman; onkuntíð kanska speiskir við hvønn annan eisini. Einaferð segði tú: “Tá mann hevur slíkar vinir hevur ein ikki brúk fyri óvinum” og so flentu vit báðir.

Vit hava eisini ferðast saman. Í 2003 fóru nakrir vinmenn fyrstu ferð til Lasanta Sport, og har vart tú eisini við. Vit hava verið einar sjey frálíkar túrar tilsamans, og tú hevur verið við á teimum flestu.

Tú hevur verið tínum nærmastu ein sera hollur og góður stuðul. Hjá dreingjum tykkara, Sofus, Eli og Arna, verður saknurin stórur, tí tú vart teirra stuðul í øllum og errin av teimum eisini. Fyri kortum untist tær at fáa eina abbadóttir, sum tú var so sera fegin um.

Eisini hjá tær, Jakobina, verður saknurin stórur, nú tín róligi maður er farin um sýnina. Tá er gott at minnast til, at deyðin er ikki tað seinasta. Vit, sum trúgva á Frelsaran, vita, at tú ert bara farin um sýnina og at vit møtast aftur hinumegin.

Hvíl í frið mín góði vinur.


KBI

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…