Lýsing
Lýsing
Lýsing

“Heldur langt at fara í Barentshavið til Útróðrar”

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  05.12.2018 - 11:18 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Norðsøki - elsta fiskifar í føroyska og danska fiskiflotanum, ið enn er í vinnu.

Seinasta vetur, kvøldskúlaveturin 17 og 18, setti Jóhannes Lassen sær fyri at byggja eitt modell av Útróðrarbátinum Norðsøka.

Norðsøki er bygdur í 1942 og siga menn, at hetta er elsta fiskifar í enn er í vinnu í føroyska flotanum, og eisini sigst Norðsøki at vera elsta fiskifar í danska flotanum. Norðsøki er nevniliga bygdur í Holbæk í Danmark í 1942.

Um fyrstu søguna hjá Norðsøka skrivar Símun Hansen í Havið og vit I - Eystfelli, nú Nakkur (1945-1959) sum Óla Hansen o. a. hattarvíkskingar keyptu. Hetta var ein 60-tons bátur, ein “esbjergari”, sum hesir donsku snurrriváðsbátarnir vanliga hava verið nevndir. Eisini eftir at teir høvdu keypt hann, snurraðu teir við honum í Norðsjónum og seldu í Onglandi, eins og danir eru vanir, men síðan gekk leiðin til Íslands við línu. Seinnu tíðina hevur báturin rikið saltfiskaveiðu um sumrini í Íslandi, sildaveiðu um heystið og útróður vetur og vár.

Óla Hansen úr Hattarvík førdi hann tey fyrstu árini, Póul Niklái og Julius Purkhús tey seinnu.

Skráseting: Bygdur í Holbæk í 1942. Í 1945 keypir Joen Olaf Henry Hansen, skipari, Hattarvík, úr Danmark. 1946 keypir PF. Eystfelli Tórshavn skipið frá Olaf Hansen. 1950 keypir Johan Purkhús, Klaksvík skipið á tvingsilssølu, navnð skift til Nakkur. Seldur í 1959 til brøðirnar Dahl, Oyri.

——

Á heystfagnaðinum á Eiði, hitti eg Óluvu Nolsøe Djurhuus 8 (mynd 2 í myndasavninum). Hon er dóttir Jákup Joensen ( mynd 3 í myndasavninum, saman við Jóhannes Lassen) av Eiði, ið var skipari á Norðsøka eitt langt tíðarskeið, og segði mær, at tey høvdu sæð í Norðlýsinum, at Jóhannes Lassen hevði bygt eitt modell av Norðsøka og høvdu gjørt eina útgerð til Klaksvíkar við Jákupi Joensen og beiggja hansara Hans Egil, ið báðir nú eru komnir væl til árs.

Um túrin í Klaksvík skrivar Óluva millum soleiðis:

“Heldur langt at fara í Barentshavið til Útróðrar”

Góðan dagin, Oliver.

Takk fyri seinast. Tað var í einum neysti á Eiði, vit prátaðu, tá heystfagnaðurin var.

Tá lovaði eg at senda tær nakrar myndir frá, tá vit vóru í Klaksvík og hugdu at modellskipinum, sum Jóhannes Lassen hevur gjørt av Norðsøka.

4. juni, í allar fagrasta veðri, fóru vit til Klaksvíkar at vitja Jóhannes og Kristinu Lassen, sum vóru sera blíð við okkum.

Tað var so, at tá kvøldskúlin endaði sá eg í Norðlýsinum, at ein maður hevði gjørt modellskip av Norðsøka. 

Eg bleiv sera áhugað, tí pápi mín, Jákup Joensen av Eiði, var skipari á honum frá 1972 til 1996. Teir róðu út av Eiði, men vóru hvørt summar undir Íslandi við snellu, og tey ringu árini 1993 og 1994 vóru teir heilt eysturi í Barentshavinum við Norðsøka. Pápi mín plagar at siga, at "tað var heldur langt at fara í Barentshavið til útróðrar", men undir Føroyum var einki at fáa og teir báðir túrarnir bjargaðu teimum árini 1993 og 1994.

Ná. Tað byrjaði við, at teir vóru 6 mans av Eiði, sum í desember 1972 keyptu Norðsøka. 

Báturin er bygdur úr eik í Holbæk í 1942, also undir 2. veraldarbardaga. Eg haldi fyri vist, at hann er elsta fiskifarið, sum enn er í drift í Føroyum.

Millum eigararnar vóru pápi mín, Jákup A. Joensen og beiggi hansara, Hans Egil Joensen.

Pápi var við alla tíðina, teir høvdu hann. Hans Egil sigldi ikki, tí hann hevur havt lastbilar alla tíðina, men sonur hansara, Jóhan K. Joensen, var motorpassari við Norðsøka í fleiri ár, tá hann var yngri.

Tá vit nú funnu út av, at modell skipið var gjørt, avgjørdu vit at spyrja Jóhannes Lassen, um vit kundu sleppa at síggja tað. Tað var gaman í, segði hann. Avtalað varð, at vit skuldu koma norður mánadagin 4. juni.

Bæði pápi og Hans Egil eru nú gamlir menn, 87 og 81 ár og búgva á sambýlinum á Eiði. Jóhan hjá Hans Egil og eg fóru við og sigast má, at tað bleiv ein góður og áhugaverdur túrur.

Tað er fantastiskt, at tað ber til at gera so flott og nágreiniligt modell, sum Jóhannes hevur gjørt. Hann bjóðaði okkum at vísa, meðan báturin siglir, men Jákup og Hans Egil eru báðir sera illa gongdir, so tað bar ikki ordiliga til at fara niðan á Háls at sigla á tjørnini har. (Seinni hevur Jóhannes verið har uppi við einum abbasoni og tikið upp, meðan báturin siglir har. Tað hava teir sent okkum, so vit hava fingið alt við).

Tað kundi verið nógv at sagt og greitt frá um Norðsøka, sum var og (rokni eg við) er eitt fantastiskt skip. 

Vit, sum tá høvdu tilknýti til hann, fylgja enn væl við, hvussu gongur hjá honum og gleðast um, at hann framvegis førir mangan fongin til lands.

Vinarlig heilsan 

Óluva Nolsøe Djurhuus

Kollafirði

Lýsing
Seinastu tíðindini
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð