Lýsing
Lýsing

Føroysku fakfeløgini sníta limir sínar

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  05.12.2018 - 12:09 Politikkur Tíðindi

Nýggj kanning sum Tryggingareftirlitið hevur gjørt vísur at ein føroyingur sum rindar til sína egnu pensjón hjá føroyskum tryggingarfelag fær helvtina minni avkast enn ein miðal uppsparari fær í Danmark.

Politiska skipanin hevur noytt føroysku løntakararnar at hava sína pensjónsuppsparing í Føroyum og samstundis hava flestu fakfeløg kravt at limirnir hava sína pensjónsuppsparing hjá Tryggingarfelag, sum fakfeløgini sjálvi eiga, men hetta merkir samstundis at uppspararin fær helvtina minni í útgjaldi tá hann gerst pensjónistur, enn um hann hevði havt somu uppsparing hjá donskum tryggingarfelag.

Málið er álvarsamt tí kanningin avdúkar at um føroyski tryggingarmarknaðurin framhaldandi verður líka niðurbundin sum hann er í løtuni kemur føroyski løntakarin at missa milliardir av peningi. 

Sum dømi kunnu vit nevna at ein uppsparari, sum rindar 2.700 kr. um mánaðin í 40 ár, fær góðar 3,0 mió. kr. útgoldið frá føruyskum tryggingarfelag í mun til meira enn 7,0 mió. kr. frá donskum tryggingarfelag. 

Málið er álvarsamt tí kanningin avdúkar at fakfeløgini og politiska skipanin í løtuni sníta lønmóttakaran við at avmarka frælsi hjá føroyingum at velja sína egnu uppsparing.


Niðurstøðan, sum kastar ljósa á størsta ránið í Føroya søgu, kann lesast her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Voluntouristar gera gøtu niðan til kikar…
Enn hava tey ikki fingið lívið av honum!
KÍ spælir toppdyst í Leirvík
Her kunnu málini hjá KÍ síggjast
Stórt tunnilsblað næsta leygardag
Veðurlagsbroyt­ingar – ikki nakað nýtt!
Helgi á odda
Skráin fyri mentan­arnátt­ina á Tvøroyri t…
Páll A. Klettskarð er skaddur
Listaframsýning í Gøtu á páskum
Kom við á Føroya Eftirskúla
FM-finalur­nar, menn: Mjølnir vann 3-1 á…
KÍ er nýtt oddalið
Fyrstu ferð B36 ikki skorar í tvey ár
KÍ kvinnur­nar fingu javnleik ímóti ÍF/­Ví…
Fótbólt­veðrið
Unglingalands­liðið í badminton til Berli…
Onki kemur av sær sjálvum
Løgfrøði á Setrinum er neyðug og kvalifi…
I AM konsert i Soli deo Gloria