Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hatta tjúkka regnumráði fer at raka okkum í morginári. Framman fyri regnumráðið er ættin landsynningur-eystan; aftan fyri regnumráðið er útsynningur | Mynd: www.dmi.dk

Lágætt í kvøld og í morgin

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  05.12.2018 - 14:17 Tíðindi Veðrið

Í dag skiftir ættin til lágætt – fer at liggja um landsynning í kvøld til middags í morgin. Seinnapartin í morgin verður suðurætt.

Seinastu dagarnar er kølin luft komin til okkara av leiðunum langt norðanfyri, tað hevur verið kalt í Føroyum.

Í morgin og eisini fyrrapartin í ovurmorgin er tað eitt sindur lýggjari luft úr Atlantshavi, sum kemur hendanvegin. Hitin 2-3 stig uppeftir.

Nú beint eftir middag er lítil og eingin vindur úr ymsum ættum – Føroyar liggja ímillum 2 hátrýst og 2 lágtrýst, hetta kalla vit fyri ein saðil.

Men saðilin verður trýstur eystureftir, og seinnapartin í dag fara vit fáa landsynning-eystan, og samstundis fer vindurin at veksa. Klokkan 18 eru væntandi einir 8 til 12 m/s.

Seint í kvøld ella á midnátt fer vindurin at veksa enn meiri – um 4 tíðina í nátt 13 til 18 m/s, og um 7 tíðina í morgin ári 15 til 20 m/s.

Eitt regnumráði fer at raka okkum í morgin ári, tá ið vindurin er mestur. Hetta er um 8-9 tíðina. Tað fer at liggja yvir okkum í nakrar tímar – til nakað eftir middag.

Tá ið tað er farið norðurum, støkkur ættin yvir í útsynning, og vindurin minkar niður í 8 til 12 m/s.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…