Lýsing

Tí skiftir Hørður frá KÍ til HB

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  05.12.2018 - 16:35 Ítrottur Tíðindi

Hørður H. Askham greiðir frá, hví hann hevur valt at skifta KÍ út við HB.

24 ára gamli Hørður H. Askham skiftið í 2017 til KÍ frá B36. Steðgurin í Klaksvík gjørdist í tvey ár. Nú hevur Hørður skift til HB. Langa frástøðan til Klaksvíkar var avgerandi.

- Eg búgvi í Tórshavn, so tað ger tað lættari hjá mær at koma til og frá venjing. Eg havi eisini tosað við HB, og eg haldi, at teir hava eitt spennandi projekt koyrandi. Eg havi eisini spælt í HB sum ungur, so tað verður stuttligt at royna seg aftur her, sigur Hørður H. Askham.

 


Einki at seta fingurin á í KÍ

Hørður hevur tosað við KÍ um nýggjan sáttmála og heldur, at hann hevur ment seg nógv í KÍ.

- Eg havi tosað við KÍ um nýggjan sáttmála, og har er einki at seta fingurin á. Eg havi alt gott at bera KÍ, og havi havt tað øgiliga gott. Eg føli, at eg havi ment meg nógv sum leikara. Eg føldi bara ikki, at eg hevði orkuna til at brúka yvir fimm tímar næstan hvønn dag til koyring og venjing, sigur Hørður H. Askham við Norðlýsið.

 


Sambært FaroeSoccer spældi Hørður 63 dystir tilsamans fyri KÍ í 2017 og 2018.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Felagið Heimafriður stovnað
Føroyar og Noreg gjørt semju um fiskivei…
Føroyar og ES gjørt avtalu um fiskiveiði…
Ert tú lesandi?
Lættari hjá føroyingum við hægstu fyrití…
Fiski­vinnu­nýskipanin farin fallitt
Syngja jólini inn á Húsum
Beinleiðis til býarinnar bý, París, i…
Fer Løgmaður at krevja avkast frá Bústøð…
Veiðugjøld­ini óbroytt
Fráverandi politisk leiðsla hevur sett f…
Einar Waag: - Eg eri skuffaður av lokalu…
Innandurakapping fyri sjómenn
Árskort 2019 - Ársins jólagáva
Lands­stýrið & Løgtingið: Hava tit gloymt…
Tryggingar hjá fiski­monnum
Javnaguðstænata í Christians­kirkjuni
Tilfeingisgjøld­ini hjá lands­stýri­num hav…
Tøkk - Jógvan Jacobsen
Kallanes 17.000 pund