Lýsing
Lýsing

Magni Thomsen nýggjur samskipari í Íverksetarahúsinum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  05.12.2018 - 22:05 Tíðindaskriv Vinna

Magni er 35 ára gamal og hevur kandidatútbúgving í politiskum samskifti og leiðslu frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn, umframt bachelorútbúgving í virkisvísindum. Harumframt er hann útbúgvin marknaðarførsluøkonom, sum eisini er ein góður førningur, tá ið tað snýr seg um at ráðgeva íverksetarum.

Magni hevur drúgvar royndir innan samskipan og fyrisiting, millum annað frá Kringvarpi Føroya, Københavns Kommune og BankNordik.

Hann fær ábyrgd av fleiri ígongdverandi verkætlanum hjá Íverksetarahúsinum, eins og fleiri nýggjum verkætlanum, sum eru í umbúna. Haraftrat fer hann at ráðgeva íverksetarum.

Magni tekur við starvinum 1. januar 2019

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað vóru nøkur skríggj í bilinum – og so…
Tjóðveldi stillar upp til Fólka­tingið
Rættindahavarar skulu við lóg gjalda
Eyðun av Reyni hevur listaframsýning í K…
KÍ, HB og GÍ hava vunnið Klaksvíkskappin…
Tilmeldingardagur hjá KÍ verður fríggjad…
DM inni: Tvey bronsuheiðursmerkir og trý…
Levi til Torra-Kafé í Betesda
EM-undankapping hjá kvinnum!
Syngið við í Spania­stovu
Bindiskeið á bókasavninum
Søgur av Flemmish Kap
Etur tú eftir klokkuni, tankakenslu­num e…
Afturhvarv – ein 100 ára ferð í Klaksvík
Johan Dahl ger comeback
Søgur av Flemmish Kap
Hví verður ikki lýst eftir stjóra til Kl…
Skorheim skakkur av Fólka­flokkinum
í Smæruni – Søgur úr Føroyingahavnini
Ókeypis at koyra leygar­dagin 2. mars
Lýsing