EB/Streymur er nógv skert í løtuni
Fleiri av royndu leikarunum eru antin givnir ella hava skift felag.
Í Norðlýsinum í dag er longri samrøða við nýggja venjaran Jákup Martin Joensen. Tá vit koma til hópin hjá EB/Streymi í 2019, so er hann í løtuni nógv skerdur á pappírinum.
- Hans Pauli Samuelsen og Marni Djurhuus eru givnir, Oddur Højgaard er farin til NSÍ og Pætur Petersen er farin til HB. Aksel B. Danielsen var leigaður frá KÍ, men hevur sáttmála við KÍ og er farin aftur til KÍ. Hetta er fýra-fimm leikarar, sum byrjaðu flestu dystirnar í fjør, tá teir vóru tøkir, sigur hann. Í løtuni verður arbeitt við at seta hópin saman til komandi ár, sigur Jákup Martin Joensen við Norðlýsið. Hann væntar, at styrkir kemur til liðið.
Øll samrøðan kann lesast í Norðlýsinum, sum er komið í hvørt hús í Norðoyggjum í Eysturoynni í dag.