Lýsing
Lýsing
Lýsing
Smáar búðir eru settar upp har sniðgevar og heimabundnar føroyskar vørur, gávulutir og nógv annað gott verður til sølu. | Mynd: Norðoya Kunningarstova

Norðurjól í Spinnarínum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.12.2018 - 08:46 Mentan Tíðindi

Norðurjól fyrireikingar í Spinnarínum eru í hæddini. Dyrnar lata upp Tunnilsdagin 8. desember

Norðurjól er tiltak, har jólahugnin verður sogin inn undir húðina saman við anganum av brendum mandlum og einum heitum munni í desember kuldanum.

Tiltakið verður hildið innandurað, har smáar búðir við sniðgevum og heimabundnum føroyskum vørum, gávulutum og nógv annað gott er til sølu.

Eisini verða fleiri spennandi kappingar, heitur matur, gløgg, kleynur og vaflur til sølu. Jólamaðurin vitjar, kórsangur er á skránni, og eisini verður felagssangur og livandi tónleikur.

Norðurjól skapa ein heilt serstakan jóladám. Og sama hvør tú ert, so fert tú óivað avstað við jólatónum í høvdinum og jólahýri í huganum.

 

Norðurjól var á fyrsta sinnið hildið í 2015, og tað er Norðoya Kunningarstova, sum samskipar tiltakið fyri Klaksvíkar kommunu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund