Lýsing

Bylgju Cup 2018 (Innandurakapping í Klaksvík)

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  06.12.2018 - 11:28 Ítrottur Tíðindi

Í døgunum 28.-29. desember 2018 skipar Bláa Bylgjan, ið er fjepparafelagið hjá KÍ, fyri stórari innandura fótbóltskapping í KÍ høllini fyri gentur og dreingir í øllum aldri. Undirtøkan verður væntandi stór. Í 2017 vóru áleið 100 lið við umleið 500 leikarum, sum komu úr øllum landinum. Kappingarnar í Bylgju Cup 2018 koma at hava somu aldursbólkar og nøvn sum FSF hevur til komandi kappingarár. Afturat hesum verður kapping hjá vaksnum, sum vit kenna hana frá undanfarnu árum.

Kappingin umfatar:
U7 dreingir 5-6 ár (f. 2012-13)
U8 dreingir 7 ár (f. 2011)
U9 dreingir 8 ár (f. 2010)
U11 dreingir 9-10 ár (f. 2008-09)
U13 dreingir 11-12 ár (f. 2006-07)
U15 dreingir 13-14 ár (f. 2004-05)
U17 dreingir 15-16 ár (f. 2002-03)
U21 dreingir 17-20 ár (f. 1998-01)
Vaksin (Hægst tveir leikarar úr Effodeildini/1.deild 2018 ella samsvarandi støði uttanlands á vøllinum samstundis) 

Væntandi verður spælt soleiðis:
Fríggjadagin 28. desember: U13, U15, U17 og vaksin
Leygardagin 29. desember: U7, U8, U9, U11, U21 og allar gentukappingar
Eru 3 ella fleiri gentulið til eina deild, so verður kapping hjá gentum. Aldursbólkarnir hjá gentum eru U7, U9, U11, U13, U15 og U18. Eru ov fá lið, so fáa gentulið møguleikan at spæla saman við dreingjunum, men í einum aldursbólki lægri enn tær hava aldur til. 
Hvørt liðið telur fimm leikarar og hægst ein skiftisleikara, tó spæla U17, U21 og Vaksin við fýra leikarum og hava hægst ein skiftisleikara.

Nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir. Hjá teimum vaksnu fær vinnarin gávukort. Hjá U21 er pizza gávukort til vinnandi liðið.

Liðini skulu hava egin nøvn ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.

Tilmelding á tlf. ella SMS til tlf. 295401 ella á privat boð hjá Bláu Bylgjuni á facebook. Tilmeldingin verður váttað, tá hon er komin, so tilmeldingarpersónurin fær váttan fyri at liðið er tilmeldað. 

Síðsta freist at melda til allar kappingarnar er 2. jólakvøld mikukvøldið 26. desember kl. 19.00. Liðini fáa væntandi boð seinnapartin 27. desember millum kl. 13.00 og 17.00.

Kostnaðurin er 300 kr. fyri liðið hjá yngru deildunum. Hjá teimum vaksnu er kostnaðurin 400 kr.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Felagið Heimafriður stovnað
Føroyar og Noreg gjørt semju um fiskivei…
Føroyar og ES gjørt avtalu um fiskiveiði…
Ert tú lesandi?
Lættari hjá føroyingum við hægstu fyrití…
Fiski­vinnu­nýskipanin farin fallitt
Syngja jólini inn á Húsum
Beinleiðis til býarinnar bý, París, i…
Fer Løgmaður at krevja avkast frá Bústøð…
Veiðugjøld­ini óbroytt
Fráverandi politisk leiðsla hevur sett f…
Einar Waag: - Eg eri skuffaður av lokalu…
Innandurakapping fyri sjómenn
Árskort 2019 - Ársins jólagáva
Lands­stýrið & Løgtingið: Hava tit gloymt…
Tryggingar hjá fiski­monnum
Javnaguðstænata í Christians­kirkjuni
Tilfeingisgjøld­ini hjá lands­stýri­num hav…
Tøkk - Jógvan Jacobsen
Kallanes 17.000 pund