Lýsing
Lýsing

Irdi: - Landið er dumpað so dyggiliga

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.12.2018 - 13:00 Politikkur Tíðindi Vinna

- Vit mugu bara staðfesta - enn einaferð, at skilagóð argumentir, skilagóð uppskot og nýhugsan, ikki er nakað, ið samgongan vil skilja og leggja dent á, sigur Irdi Jacobsen, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu til uppskotið at lata Norðoyatunnilin fíggja tunlarnar Norður um Fjall í fyrstu atløgu

Norðlýsið hevur spurt Irdi Jacobsen, borgarstjóra í Hvannasunds Kommunu, um eina viðmerking, nú Rættarnevndin í Løgtingunum mælir til at fella uppskotið hjá andstøðuni um at lata Norðoyatunnilin fíggja tunlarnar Norður um Fjall í fyrstu atløgu.

Og tað er ein bersøgin borgarstjóri, ið svarar

- Vit mugu bara staðfesta - enn einaferð, at skilagóð argumentir, skilagóð uppskot og nýhugsan, ikki er nakað, ið samgongan vil skilja og leggja dent á, sigur borgarstjóran. 

- Vit hava eina fastlæsta støðu norðanfyri fjall, sum kundi verið loyst við hesum uppskotinum. Argumentatiónin um, at hetta er ein tilvildarlig tunnilsverkætlan heldur barasta ikki, tí allur logikkur og øll serfrøði mælir til. at hesir skulu gerast fyrst. Samstundis sum politikararnir tvíhalda um, at halda fast við eina gjørda raðfesting, so spríkja nýggj projektir fram heilt tilvildarliga, alt eftir hvat øki eigur jarnbrot av politikkarum. Jarnbrot, sum vit ikki hava í Norðoyggjum, sigur Irdi Jacobsen. 

Her sipar borgarstjórin helst til, at farleiðin til Vestmanna sambært fíggjarlógaruppskotinum er komin inn sum spildurnýggj íløga og fær 1,5 mió. í 2019 og síðani 5 mió. í 2020 og aftur 5 mió. í 2021, meðan umboðini fyri samgonguna úr Norðoyggjum einans hava latið standa til, og tigandi góðtikið, at somu trý árini, sum nýggja farleiðin til Vestmanna fær 11,5 mió., fara tunlar Norður um Fjall einans at fáa 4,5 mió. – 1,5 í 2019, onki í 2020, og so 3 mió. aftur í 2021.

Borgarstjórin í Hvannasunds Kommunu heldur fram.

– Og nú alt enn einaferð er dottið á gólvið, er tað ein sannroynd, at ferðslan, sum í dag slett ikki svølgist í tunlunum bara fer at vaksa, tí vinnan byggir út og ferðafólkatalið fleirfaldast. Allastaðni gleðist man um sovorið og tað gera vit sjálvsagt eisini. Men samferðslukervið fylgir altso ikki við útviklingini her norðuri. Har er landið dumpað so dyggiliga, sigur Irdi Jacobsen at enda. 

Málið er til 2. viðgerð í løgtinginum í morgin fyrrapart. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað vóru nøkur skríggj í bilinum – og so…
Tjóðveldi stillar upp til Fólka­tingið
Rættindahavarar skulu við lóg gjalda
Eyðun av Reyni hevur listaframsýning í K…
KÍ, HB og GÍ hava vunnið Klaksvíkskappin…
Tilmeldingardagur hjá KÍ verður fríggjad…
DM inni: Tvey bronsuheiðursmerkir og trý…
Levi til Torra-Kafé í Betesda
EM-undankapping hjá kvinnum!
Syngið við í Spania­stovu
Bindiskeið á bókasavninum
Søgur av Flemmish Kap
Etur tú eftir klokkuni, tankakenslu­num e…
Afturhvarv – ein 100 ára ferð í Klaksvík
Johan Dahl ger comeback
Søgur av Flemmish Kap
Hví verður ikki lýst eftir stjóra til Kl…
Skorheim skakkur av Fólka­flokkinum
í Smæruni – Søgur úr Føroyingahavnini
Ókeypis at koyra leygar­dagin 2. mars
Lýsing