Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj íbúðarbygging steðgar upp við uppskotinum hjá Kristiunu Háfoss

SKRIVAÐ: Gordon Rajani, stjóri MARK  |  06.12.2018 - 14:01 Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Okkara áheitan er tískil: Javnsetið kappingina millum persónar og partafeløg!, sigur Gordon Rajani stjóri í MARK

Viðmerkingar til mál 63/2018 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)(Skattafrítt upp til 150.000 kr. at langtíðar útleiga bústaðir)

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at broyta grein 8A í Ásetingarlógini.

Seinastu tíðina hevur MARK gjørt stórar íløgur í íbúðarbygging, har virksemi felagsins er langtíðarútleigan. MARK hevur eisini ætlanir um, at halda áfram við hesum virksemi, um fortreytirnar eru til staðar. Fortreytirnar fyri framdu verkætlanirnar hjá Mark vóru m.a. kapping við privatar útleigarar, sum høvdu ein botnfrádrátt á 24.000 kr. Síðani var hetta hækka til 50.000 kr. og nú ætlar man at hækka tað til 150.000 kr.

Men tíverri sær tað út til, at vit sum vinnurekandi skulu roknað við, at Landsstýrið áhaldandi ætlar at kappingin skal verða enn meira ójøvn á leigumarknaðinum. Um uppskotið, sum nú liggur í løgtinginum verður samtykt, so síggja vit okkum noyddar at steðga verkætlanunum sum eru ávegis – vit mugu bara ásanna, at íløgurnar vit hava gjørt, eru gjørdar undir skeivum fortreytum.

Uppskotið, sum nú fyrliggur, hevur ein frádrátt upp á 150.000 kr. fyri leigumál, sum privatpersónar leiga út. Avleiðingin av hesum er, at vinnuligir útleigarar skulu kappast við privatar útleigarar, sum ikki rinda skatt. Um endamálið er at fáa fleiri langtíðarleiguíbúðir, so er einfalda loysnin sjálvsagt at javnseta allar útleigarar – bæði privatar og vinnuligar. Tískil eigur broytingin eisini at fevna um partafeløg, og ikki bert privatpersónar.

Um privatir og vinnuligir útleigarar ikki verða javnsettir, mæla vit staðiliga frá at samtykkja broytingina.

Sjálvsagt vita vit, at partafeløg fáa frádrátt fyri rakstrarútreiðslur, men tann møguleikan hava privatpersónar eisini, um teir ikki velja at brúka ásetingina í grein 8A.

Endamálið við lóggarbroytingin er at fáa fleiri langtíðarleigumál. Tí er eingin saklig grundgeving fyri, ikki at lata somu treytir verða galdandi fyri feløg og privatpersónar. Tískil eiga feløg eisini at fáa ein botnfráfrátt á kr. 150.000 fyri hvørja íbúð. Tí Mark og onnur feløg kappast jú við kjallaraíbúðir og líknandi leigumál. Tað sigur seg sjálvt, at feløg sum leiga íbúðir út kunnu ikki kappast við privatpersónar sum fáa eina leiguinntøku á 150.000 kr. skattafrítt. Uttan at feløgini fáa sama møguleika.

Ásetingarlógin regulerar bæði privatpersónar og feløg, tí kann man javnseta kappingina við eisini at gera eina nýggja grein 8B:

Ásetingarnar í mvg lógini grein 3b um leigubústaðir eru galdandi fyri persónar og fyri partafeløg. Her eru kappingarfortreytirnar tær somu og her verður ikki gjørdur munur á persónum og partafeløgum.

Okkara áheitan er tískil: Javnsetið kappingina millum persónar og partafeløg!

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?
Norðlýsið á gøtuni
Ikki havt so nógv tap síðani 2015
Drama í Klaksvík
Norðlýsið føðingardag
Semjuskjal um heilsugransking og undirví…
5G er tendrað