Lýsing
Lýsing
Lýsing

Maður merkir ikki altíð menniskja

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen, cand.mag. í føroyskum og søgu, og bachelor í stjórnmálafrøði  |  06.12.2018 - 23:48 Lesarabrøv Politikkur

Tað er ikki týdningurin “menniskja” av orðinum maður, sum er orsøk til, at kvinnuligi næstfor”maðurin” ikki formliga eitur næstforkvinna. Eftir stjórnarskipanaruppskotinum at døma skuldu løgtingsmenn og landsstýrismenn yvirskipað eita løgtingsfólk og landsstýrisfólk, meðan -kvinna og -maður kundi brúkast í samsvari við kynið á tí, sum røkti starvið. Eitt sjónarmið, sum hevði stuðul hjá einum samdum Málráði. Føroyska málið og málfrøðin eru sostatt ikki orsakir til gomlu heitini við -maður. Orsøkin er løgfrøðilig. 

Tá núverandi Málráð varð sett, varð tað við einum ynski um at tað m.a. skuldi arbeiða fyri javnstøðu føroyska málinum viðvíkjandi. Og so varð gjørt. Eitt samt Málráð sendi soljóðandi hoyringarsvar inn til Løgmansskrivstovuna:

“Málráðslimir hava við áhuga lisið stjórnarskipanaruppskotið og hava lagt til merkis, at orðini løgtingsfólk og landsstýrisfólk eru komin í staðin fyri løgtingsmaður og landsstýrismaður, sum annars hevur verið vanligt í føroyskum lógarsmíði. Tað fegnast limirnir um, tí tað virkar við til, at øll, bæði menn og kvinnur, kenna seg aftur í uppskotinum, og tað hevur sjálvandi týdning fyri eina stjórnarskipan. Harvið er sjálvandi ikki komið á mál, t.e. at lógarmálið er ikki blivið kynsuttanveltað. Málráðið fer tí at heita á tykkum um framhaldandi, í sambandi við stjórnarskipanina og lógarsmíð sum heild, at virka fyri, at lógarmálið í so stóran mun sum gjørligt verður uttanveltað í mun til kyn. Eitt nú eigur at vera miðað eftir, at maður ikki verður brúkt einsamalt, men at fólk verður brúkt í staðin, ella bæði maður og kvinna.”

Tað, sum síðan hendi, var, at Stjórnarskipanaruppskotið fall burtur, tí tingsetan 2017 endaði. Málráðið hevur síðani spurt seg fyri um, hvat bleiv av hoyringarsvarinum, og hevur fingið at vita frá Løgmansskrivstovuni, at formliga heitið er landsstýrismaður. Sjálvandi, tí tá stjórnaruppskotið fall burtur, merkti tað, at heitini frá gomlu stýrisskipanarlógini stóðu við. Og tað er í stýrisskipanarlógini, umframt í tingskipanini, at heitini við -maður hava sítt løggildi. Ikki í málfrøðini.

 

Hvat so við “maður merkir menniskja”?

Í Móðurmálsorðabókini eru 8 týdningar av orðinum maður. Týdningur 1 er tann mest vanligi, “vaksið fólk av kallkyni, mannfólk, kallur (1), kallmaður (1), móts. kona, kvinna”. Men so er eisini týdningur 3, ið sigur, at orðið maður merkir menniskja. Her verður hugsað um orð sum mannamúgva, manning, millum manna og aðrar líknandi orðingar. Men tað er ikki hesin týdningur 3, ið er aftast í orðinum løgtingsmaður. Tað er týdningur 1, vaksið fólk av kallyni.

Tá Løgtingið gjørdist umboðandi ting í 1274, fingu vit løgrættumenn, ið, eins og løgsøgumaðurin, forleyparin til løgmann, allir vóru av kallkyni. Tað er ongin ivi um, at her er talan um orðið “maður” í týdningi 1, t.v.s. ein persón av kallkyni. Meintist løgrættumaður við løgrættumenniskja, merkir hetta, at kvinnur eisini kundu vera løgrættumenn, og tað veit ein og hvør við kunnleika til søgu, at tað kundu tær ikki.

Og meintist -maður í løgmaður við menniskja, so merkti tað, at eisini kvinnur kundu gerast løgmenn tá í tíðini. Aftur her: Ein og hvør við innliti í søgu veit, at einans mannfólk kundu gerast løgrættumenn, eins og einans mannfólk kundu gerast løg(søgu)menn. Ongin kvinna slapp í hesi embætini fyrrenn 1915, og tað er tí púra vist, at -maður í heitunum løgtingsmaður og løgmaður merkti mannfólk.

 

Ein spurningur um jura

Tað mest tíðarhóskandi hevði verið at gjørt, sum stjórnarskipanaruppskotið eisini læt upp fyri, og broytt heitini landsstýrismaður og løgtingsmaður til landsstýrisfólk og løgtingsfólk, og annars brúkt -maður og -kvinna í samsvari við kynið á tí, sum røkti embætið.

Men óansæð hvat, so er forðingin fyri at brúka -kvinnu í heitum sum løgtingskvinna, landsstýriskvinna ella forkvinna, ikki málslig, tí málsliga er onki til hindurs fyri at gera tað, og tað verður eisini gjørt millum manna m/k og í miðlunum. Bert ikki formliga, og har er forðingin løgfrøðilig. Heitini við -maður eru ritað í stein í Stýrisskipanarlógini og í Tingskipanini, og tað er í teimum, at forðingin fyri kynsneutralum heitum skal finnast.

Verður einaferð politiskur vilji til javnstøðu hesum heitum viðvíkjandi, er tað sostatt innanfyri løgfrøðina, at tað arbeiðið skal fara fram. Í málfrøðini liggur ongin forðing. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur