Lýsing
Lýsing
Lýsing

Møguliga ongin politisk ábyrgd av Glasi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.12.2018 - 00:06 Leiðarin Mentan Politikkur

Mikudagin var ætlanin at játta Glasir 28,3 milliónir meira. Men málið varð beint aftur í nevnd. Almenna orsøkin er, at Løgtingið ikki fekk vissu frá Landsstýrinum fyri, at pengarnir fóru til endamálið, ið var at gera skúlan lidnan fyri. Vandi var tí fyri, at peningurin fór til ta óheimilaðu ovurnýtsluna. Størsta orsøkin var tó helst, at Løgtingið ikki vildi góðtaka, at ongin í Landsstýrinum tók ábyrgd.

Tingformaðurin tók mikudagin seinnapart tað óvanliga stigið at taka orðið og tala harðliga at Landsstýrinum. Sum orðaskiftið leið, varð róð fram undir, at Føroyar framvegis høvdu kollegiala ábyrgd, og at onnur og fleiri enn landsstýrisfólkini á økinum tí vóru felags um at hava ábyrgdina av óheimilaðu meirnýtsluni. Hesum vísti tingformaðurin blankt aftur og segði tað vera beinleiðis tvætl. Tí føroysku landsstýrisfólkini hava ráðharraábyrgd.

Tað var helst hendan útsøgnin, sum førdi til, at tingfólkini atkvøddu fyri at beina málið aftur í nevnd, tí tey vildu ikki vera við at blástempla meirnýtsluna. Gjørdu tey tað, tóku tey ábyrgdina á seg. Tí meðan tað, at peningur verður brúktur óheimilað, er ábyrgdin hjá avvarðandi landsstýrisfólki, ger ein játtan frá Løgtinginum tað heimilað. Løgtingið hevði sostatt kunnað verið við til at gjørt óheimilaðu meirnýtsluna til heimilaða meirnýtslu við at játtað peningin. Og tað vildi Løgtingið ikki.

Størsti trupulleikin í øllum hesum er, at ábyrgdin ongastaðni er staðfest. Tingformaðurin var greiður og segði, at í hansara verð er ongin ivi: Landsstýriskvinnan í mentamálum situr við ábyrgdini. Men líka so greiður og týðiligur, sum formaður Løgtingsins var, líka so vaklandi og ógreiður var formaður Landsstýrisins, løgmaður, í tíðindasendingini mikukvøldið.

Heldur ófrættakent var tað tí at hoyra løgmann siga, at “landsstýrisfólkið hevur evstu ábyrgd, men harvið, fyri tað um man hevur evstu ábyrgd, sigur ikki at landsstýrisfólkið hevur gjørt nakað galið” og “sjálvandi er tað onkur sum hevur evstu ábyrgd, men tann persónurin behøvist ikki hava gjørt okkurt galið, tað kann vera hent longri niðri í skipanini, so er spurningurin, er tað rímiligt at siga, at tann persónurin, sum hevur evstu ábyrgd, at tann persónurin skal hava ábyrgd av tí sum er hent longri niðri í skipanini, vissi tað er har, trupulleikin liggur”.

Tað sum øll, bæði fíggjarnevndin, løgtingið, Glasir, næmingarnir og alt Føroya fólk bíða eftir, er, at onkur í Landsstýrinum tekur ábyrgd. Men júst tað hevur verið tað torførasta. Har tey flestu peika eftir landsstýriskvinnuni í mentamálum, eru summi sum peika eftir Samferðslumálaráðnum, og onnur eftir Landsverki. Og í løtuni er ein kanning sett í verk, sum verður liðug mikudagin 12. desember.

Sum heild tóktist løgmaður halda, at teir 52 spurningarnir frá Samferðslumálaráðnum til Landsverk fóru at kunna staðfesta ábyrgd. Og harvið er líkt til, at ongin politisk ábyrgd verður staðfest, men at roynt verður at finna hana lægri í skipanini, helst hjá Landsverki.

So har tingfólk, eisini í samgonguni hjá løgmanni, vilja hava politiska ábyrgd staðfesta, t.e. at onkur í Landsstýrinum antin sjálv/ur tekur ábyrgdina á seg ella tað á annan hátt verður staðfest, hvat landsstýrisfólk eigur ábyrgdina, so vísir leiðarin av landsstýrinum til eina spurnarkanning, sum Landsverk svarar. Hetta merkir, at landsstýrisfólkini, ið hvussu er í fyrstu atløgu, ikki verða kannað.

Sostatt er møguligt, at ábyrgdin í komandi viku verður plaserað lægri í skipanini, meðan ongin politisk ábyrgd verður staðfest.

Spurningurin verður so, hvat Løgtingið sigur til hetta, og um tað kann halda áfram at játta pening til eitt málsøki, har avvarðandi landsstýrisfólkið ikki stendur við ábyrgdini av, hvat  játtanin verður brúkt til.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir fra framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS
Okkara framtíðar Klaksvík
Spæla fólk í húsi
Kappróðrarsending á Rás 2
Eginumsorgan sum fyribyrging
Diplom fyri luttøku
Staðfest: Jákup B. Andreasen hevur brot…
KÍ vann við Margáir í kvøld: Myndarøð
KÍ helt nullið og fekk trý stig
Minningarorð um Mikkjal Mikkelsen
Størri nøgdir til endur­vinn­ingar í 2023
VIDEO: Hanus á Gørðum - fráfaringarpræd…
Morgunsangur mikumorgunin 1. mai kl. 10
Danny verður við á Summar Festivalinum
Skannarin komin á Klaksvíkar Sjúkra­hús
Espen Haug er royndari venjari