Lýsing
Lýsing
Lýsing

Luksusloppur í Klaksvík í morgin leygardagin

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  07.12.2018 - 19:50 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tunnilsdagur og ókeypis at koyra - tað fer ikki bara aftur við borðinum í Klaksvík. Klaksvíkar Handilsfelag hevur spíla seg út. Handlarnir í Klaksvík hava opið til kl. 20.00. Norðurjól er opið á Spinnarínum  frá 1 til 20 við alskyns forvitnum, sum meira kann lesast um í blaðnum og í KÍ høllini eru Luksusloppurnar.

Annika Joensen, sum stendur fyri Luksusloppunum sigur, at undirtøkan er sera góð, tiltakið er fult teknað og nógv ymiskt verður at síggja. Fleiri nýggjar sølubúðir eru og eisini er Berg Motors við við nøkrum bilum. Hallur Joensen og Annika fara at syngja og eisini eitt barnakór hjá Herdis Klein fer á pall, jólamaðurin kemur á vitjan og ymisk onnur átøk verða eisini í KÍ Høllini.

Ein av drúgvu seljarunum á Luksusloppum hevur verið 78 ára gamli Michael Olsen. Vit vitjaðu hann í heimi hansara í dag, har hann dreygaði av kraft. Michael bleiv fyri fimm árum síðani einsamallur, tá kona hansara Sólrun Olsen alt ov ung noyddist á stovn vegna sjúku. Fyri at hava eitthvørt annað at ganga uppi og fylla tíðina út í einsemi heima enn alla tað tíðina Michael nýtti til at fjálga um konuna. fór hann undir at dreyga ymiskt úr træ.

Hann er úr góðari handverkarafamilju sprottin, hendurnar sita tí væl, og sera snotiligt er har hann búleikast. Uttanfyri húsini á Selheyggi er nógv at síggja, har er ein heilur annarleiðis heimur av ymiskum standmyndum, sumt hevur hann sjálvur gjørt og annað er keypt ella fingið og ikki minst hevur hann gjørt sær hyljar, har gullfiskar, síl og ælabogasíl halda til. Garðurin niðanfyri húsini verður dúgliga vitjaður av ferðafólki, barnagørðum og fólki við áhuga fyri serstøkum økjum.

Inni vísti Michael okkum á allar lutirnar, hann hevur evnað til seinastu tíðina, og tað er ikki smávegis, sum sæst á myndunum.

Tó hugnaligast og mest spennandi var lítli verkastaður hansara, ið er pakkaður av maskinum, jørnum, útgerð og ikki minst ymiskum lagraðum træsløgum, ið Michael hevur ogna sær sum ráevni til framleiðsluna á verkstaðnum

Gullregn er træið, sigur Michael. Burturúr Gullregni kanst tú fáa ómetaliga vakrar lutir, men træið er trupult at fáa fatur á, tí tað er so nógv umbiðið av snikkarum og dreygarum.

Sum sagt, so verður Michael eisini við á Luksusloppum í KÍ høllini í morgin. - Men tit mugu skunda tykkum, tí Luksusloppurnar hava bert opið frá kl. 11.00 til 16.00 í morgin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð