Lýsing
Mynd: Brattvåg

Norskur álopsleikari til KÍ?

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  07.12.2018 - 16:34 Ítrottur Tíðindi

Leysasøgurnar eru nógvar um, at KÍ er í gongd við at ogna sær ein norskan álopsleikara.

Norðlýsið hevur síðsta døgnið fingið fleiri ábendingar um, at KÍ er í gongd við at gera sáttmála við norskan álopsleikara. Nú halda vit okkum hava funnið fram til, hvønn leikara KÍ samráðist við. Talan er um 23 ára gamla Torbjørn Grytten, sum síðstu tíðina hevur spælt við Brattvåg úr triðbestu norsku deildini. Hann hevur árini 2012-2015 spælt við Aalesund í bestu norsku deildini, har hann í 29 dystum skoraði 2 mál, harav teir flestu dystirnar sum innskiftur leikari. Norskir miðlar hava skrivað, at Grytten gevst í Brattvåg og at hann er á veg til eitt føroyskt toppfelag. Keldur hjá Norðlýsinum siga, at hann hevur verið í Klaksvík og hugt eftir umstøðunum.

KÍ hevur alment boðað frá, at leitað hevur verið eftir einum álopsleikara og einum miðvallarleikara. Tí bendur nógv á, at hetta verður álopsleikarin, sum KÍ fær í sín hóp, um einki kemur uppí í síðstu løtu.

 


Grytten er 1,83 metur høgur og hevur sambært football.no seinastu árini spælt í 3. og 4. bestu deildini fyri Brattvåg og skorað 47 mál í 79 dystum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jan Højgaard:  Vit kunnu als ikki liva v…
Løta fyri hjún í Betesda leygarkvøldið
Jólatræið verður tendrað í Svínoy hetta…
Manningar missa nógvan pening uppá menni…
(Úr savninum) Pison hevði rekordtúr av B…
Tónleika­framførslur eru góðar fyri sinni…
Jólalig konsert í skúla­høllini
Felagið Heimafriður stovnað
Føroyar og Noreg gjørt semju um fiskivei…
Føroyar og ES gjørt avtalu um fiskiveiði…
Ert tú lesandi?
Lættari hjá føroyingum við hægstu fyrití…
Fiski­vinnu­nýskipanin farin fallitt
Syngja jólini inn á Húsum
Beinleiðis til býarinnar bý, París, i…
Fer Løgmaður at krevja avkast frá Bústøð…
Veiðugjøld­ini óbroytt
Fráverandi politisk leiðsla hevur sett f…
Einar Waag: - Eg eri skuffaður av lokalu…
Innandurakapping fyri sjómenn