Lýsing
Lýsing
Lýsing

10 ára starvsdagur

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  07.12.2018 - 16:44 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tær báðar hárfríðkanarkvinnurnar Heidi Dalssenni Olsen og Asta Højgaard fingu mánadagin handað blómutyssi og gávukort frá stjóranum á Hárfríðkanarstovuni Evoke, Joan Vágsheyg Baldvinsson.

Joan Vágsheyg sigur, at orsøkin til hátíðarhaldið á salongini var, at vit fegnast um, at tær báðar hava støðast so væl í arbeiðinum, og takka teimum fyri, at tær framhaldandi arbeiða her.

Vit lýstu til almenna reseptión og tað kom væl av fólki. Nakað av familjunum hjá teimum báðum nakað av mínum nærmastu og so viðskiftafólk. Til høvi hevði Restaurant Fríða gjørt leskiligar bitar. Danny spældi nøkur løg, eisini nýggj løg, og sjálv handaði eg teimum blómur og gávukekk.

Evoke er ein fyritøka sum eg legði grundina til í 2001, so fyritøkan hevur nøkur ár á baki. Ikki havi eg tali av lærlingum, sum eg havi havt, men helst einar 15-16 í gjøgnum árini. Beint nú eru tríggir næmingar í starvi á Evoke.

Eg eigi sjálv fyritøkuna, sigur Joan og drívi hana eisini.  Umframt hárfríðkanarøki, so hava vit eisini heilsøluvirksemi, her vit selja ymiskar ellutir til hárfríðkanarøkið og eisini aðrar vørur, ið salongir nýta í arbeiðinum..

Tá tú rekur eina hárfríðkanarstovu, so er neyðugt at tú fylgir væl við tí sum fyriferðst í mótaheiminum innan økið. Sjálv eri eg við í einum toymi, ið kallast “International Artistic Team and Hair Construction”, ið gevur tvinnar mótabøkur innan hárviðgerð út um ári. Eina í januar mánaða har trendin fyri komandi summar verður víst og so eina um heysti, ið vísir mótan seinna part av árinum.

Við skeiðum í samband við hendan felagsskapin havi eg fingið eina útbúgving afturat innan økið, ið kallast “Art Director” og eisini hava vit í Evoke fingið útbúgving í “barbervirksemi”, har vit kunnu bjóða okkum fram at verða frisørar fyri menn eisini, sigur Joan Vágsheyg Baldvinsson at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…