Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýggj og slavin luft sunnaneftir hevur rikið ímóti Føroyum í nakrar dagar. Í morginári broytist tað. Køld polarluft fer at koma ístaðin. | Mynd: da.wikipedia.org

Kaldari aftur

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  07.12.2018 - 18:10 Tíðindi Veðrið

Í vikiskiftinum fer kuldin at koma aftur. Í morgin ári fer luft av Norðpólinum at streyma ímóti Føroyum, og tað fer at gerast kaldari aftur.

Vindur er og regn av landnyrðingi kring alt landið. Veðurstøðum Landsverks siga frá miðalvindi 13 til 18 m/s – og so eru tað hvirlurnar afturat.

Og soleiðis fer kvøldið at ganga.   

Í morgin ári fer at minka eitt sindur – niður í 10 til 15 m/s. Samregnið heldur uppat, men tó kunnu ælingar væntast allan dagin. Út á seinnapartin fer ættin upp í landnyrðing-norðan.

Hitalagið fer niður ímóti frostmarkinum í morgin.

Sunnunátt fer ættin upp í norðan, og vindurin minkar niður í 8 til 13 m/s. Út á fyrrapartin fer ættin vestur um norðan, sama vindferð. Hitin sunnudagin fer at liggja nøkur úr frostmarkinum og eitt sindur uppeftir.

Mánanátt minkar vindurin niður í lítið og einki. Seinnapartin skiftir ættin aftur til landsynning, og so er ikki so kalt meira…

Gott vikuskifti  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni