Lýsing
Lýsing
Lýsing
Næraberg við bryggju

Landskassin tekur 75% frá manningini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.12.2018 - 22:55 Leiðarin Politikkur Tíðindi Vinna

Landsstýrismaðurin, Høgni Hoydal, og ikki minst framsøgumaðurin hjá Tjóðveldi í fiskivinnumálum, Ingolf Sólheim Olsen, hava ferð eftir ferð ført fram, at manningarnar skulu ikki missa inntøku av fiskivinnunýskipanini. Men eftir øllum at døma eru hetta bert orð uttan innihald.

Á Facebook skrivar Rógvi á Tjaldrafløtti Olsen, ið er dekkari við Nærabergi, soleiðis:

 

So for landið avstað við 75% av seinasta uppgerðilsinum.
Er tað yvirhøvur lov?
Helt ikki at manningin skuldi gjalda fyri keypta kvotu.

Hvør maður hevur goldið 43.000kr í keyptari kvotu og síðan er skattur farin av inntøkuni.

Hetta má vælsaktans koma undir dupultskatting ikki so ?

 

Hann endar við at heita á fólk um at deila uppslagið, so tað frættist, hvussu manningarnar verða viðfarnar.

Í stuttum snýr hetta seg um, hvørt útreiðslurnar skulu fara av óbýttum ella ikki, og har hevur siðvenjan verið, at reiðarar og fiskimenn hava goldið útreiðslur, áðrenn býtt hevur verið. Hendan siðvenjan er eisini staðfest í gerðarrættarúrskurði. Tískil verða útreiðslurnar til uppboðssølu goldnar av bæði reiðaríum og manning, meðan tað er Landskassin, ið móttekur vinningin av hesum. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark