Lýsing
Lýsing
Lýsing

Reiðararnir eiga uppboðssølugjaldið

SKRIVAÐ: Ingolf S. Olsen Tjóðveldi, framsøgumaður í fiskivinnumálum  |  08.12.2018 - 17:40 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Jóhann Lützen, blaðstjóri, rør í grein í Norðlýsinum í gjárkvøldið fram undir, at tað bert eru orð uttan innihald, tá undirritaði hevur sagt og skrivað, at fiskivinnunýskipanin ikki skal ávirka inntøkurnar hjá fiskimonnunum. Fiskimálaráðharrin fær sama ivasama heiður, men hann dugir at svara fyri seg sjálvan.

Eg endurtaki tó fegin, at gjøldini fyri veiðirættindi, sum eru ásett við støði í fiskivinnunýskipanini IKKI skulu kunnu turkast av upp á manningarnar.

Yvirskriftin á greinini hjá Jóhann Lützen er tískil eisini beinleiðis skeiv; tað er ikki landskassin, sum tekur 75 % frá manningini, men reiðaríið, sum turkar part av sínari rokning av upp á manningina.

Rættindi, keypt á uppboðssølu, skulu nevniliga gjaldast av tí, sum keypir tey, og kostnaðurin skal ikki dragast frá avreiðingarvirðinum, áðrenn manningarnar verða avroknaðar. Tí tað er rættindahavarin einsamallur og ikki manningarnar, sum hava ræðið á rættindunum.

Hetta hevur allatíðina verið greiði boðskapurin hjá undirritaða og allari samgonguni. Lógarteksturin í lóg um sjófeingi er eisini orðaður samsvarandi hesum.

Tí er tað er tað greitt ímóti bæði ætlanunum og ásetingunum í lóg um sjófeingi, tá reiðarí kortini draga uppboðssølugjaldið frá avreiðingarvirðinum, áðrenn hýrurnar til manningina verða avroknaðar.

Í aktuellu avrokningini, sum Norðlýsið endurgevur úr, og sum dúgliga verður býtt á Facebook, er hetta eftir øllum at døma hent, og eg veit fullvæl, at hetta ikki er eindømi. Ávísir reiðarar hava enntá alment sagt, at teir framhaldandi ætla at draga uppboðssølugjaldið frá, áðrenn teir avrokna.

Av somu orsøk hevur Føroya Fiskimannafelag beint mál um hetta í Fasta Gerðarrætt. Tí við síni framferð hava reiðararnir gjørt málið til ein spurning um sáttmálatulking, og tulkingarspurningar verða avgjørdir í Fasta Gerðarrætti.

Eg skilji væl, um fólk halda hetta vera torgreitt og roksut, tí um ætlanin um hesi viðurskifti eru so greið í lóg um sjófeingi, sum vit í samgonguni siga, hví ber so ikki til bara at skera ígjøgnum og siga, hvar skápið skal standa?

Tað er tí, at tað suverent er sáttmálin ímillum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini, sum ger av, hvussu manningarnar skulu avroknast. Og samgongan ætlar ikki at leggja seg út í hesi viðurskifti.

Reiðararnir halda upp á, at uppboðssølugjaldið er ein føst útreiðsla av slíkum slag, sum er loyvdur frádráttur sambært galdandi sáttmála.

Fiskimannafelagið heldur seg hinvegin – sum eisini rætt er – til tað, sum lógarsmiðirnir, tað er landsins sjórn og løgtingsmeirilutin aftanfyri lógarverkið, hava sagt lógartekstin merkja.

Lógarteksturin merkir tað, sum eg havi staðfest omanfyri.

Og tað verður helst rættarligt eindømi, um Fasti Gerðarrættur kemur til eina aðra niðurstøðu um hetta mál enn tey, sum hava gjørt lógina – millum annað undirritaði – og sum upp í saman, í Løgtinginum og í almenna rúminum, hava greitt frá, hvussu hon er ætlað og hugsað, og hvussu hon ítøkiliga skal skiljast.

Skuldi tað óhugsandi kortini hent, at Fasti Gerðarrættur gevur reiðarunum viðhald í hesum máli, so skal sjálv lógin broytast, soleiðis at tað verður rist í stein, at tað ikki verður loyvt rættindahavarunum at senda part av rokniningini fyri uppboðssølugjaldið víðari til manningarnar at rinda.

Tað sera keðiliga og óhepna í hesum stríðnum er drúgva viðgerðartíðin, sum eftir øllum at døma krevst í Fasta Gerðarrætti. Tí politiski myndugleikin má sjálvsagt bíða eftir úrskurðinum haðani, áðrenn farið verður undir at gera møgulig inntriv.

Vónandi verður heilt skjótt borið at nú, so greiða kann fáa á hesum máli sum skjótast.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…
TÝR Á NORÐ FESTIVALI­NUM 2024!
Skúla­veitsla árgangur 1954 Klaksvíkar Sk…
Húsini í Lávíkum verða nú tikin niður
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…