Lýsing
Lýsing

Men manningarnar gjalda framvegis

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.12.2018 - 06:35 Leiðarin Politikkur Vinna

Í aftursvari til grein í Norðlýsinum, ið endurgav facebook-viðmerking hjá dekkara við Nærabergi, kemur framsøgumaðurin hjá Tjóðveldi í fiskivinnumálum, Ingolf S. Olsen, við fleiri svarum. Men tey peika í ymiskar ættir. Reyði tráðurin er, at tey ætlaðu tað øðrvísi enn galdandi praksis, meðan tað er minni greitt, hvat ætlanin er at gera við tað.

Løgtingsmaðurin sigur m.a. “Tað er tí, at tað suverent er sáttmálin ímillum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini, sum ger av, hvussu manningarnar skulu avroknast. Og samgongan ætlar ikki at leggja seg út í hesi viðurskifti.”

Men so eitt stutt petti longur niðri, at:

Skuldi tað óhugsandi kortini hent, at Fasti Gerðarrættur gevur reiðarunum viðhald í hesum máli, so skal sjálv lógin broytast, soleiðis at tað verður rist í stein, at tað ikki verður loyvt rættindahavarunum at senda part av rokniningini fyri uppboðssølugjaldið víðari til manningarnar at rinda.”

Hetta seinna brotið merkir, at sáttmálin ikki er suverenur, tí um Fasti Gerðarrættur gevur øðrum partinum viðhald, ætlar samgongan og tingmaðurin at leggja seg út í hesi viðurskifti við at broyta lógina. Harvið mótsigur tingmaðurin tí, sum hann sjálvur skrivar beint omanfyri.

Óansæð hvat, so er greitt, at um tað veruliga var greitt orðað í løgtingslógini um sjófeingi, so hevði sáttmálin ikki havt løggildi fram um lógina. Ein sáttmáli kann ikki stríða ímóti landsins lógum. Men tá tað er neyðugt fyri tingmannin o.fl. “upp í saman, í Løgtinginum og í almenna rúminum, [at] hava greitt frá, hvussu hon er ætlað og hugsað, og hvussu hon ítøkiliga skal skiljast.”, kann orsøkin so ikki hugsast at vera, at lógin ikki er greið á hesum økinum?

Til útsøgnina “Yvirskriftin á greinini hjá Jóhann Lützen er tískil eisini beinleiðis skeiv; tað er ikki landskassin, sum tekur 75 % frá manningini, men reiðaríið, sum turkar part av sínari rokning av upp á manningina.”

eru tvey ting at siga. Fyri tað fyrsta, so endurgav blaðið dekkaran, sum segði, at landið tók 75%. Og fyri tað næsta, so er tað Landskassin, sum er endaligur móttakari av pengunum. Tað er púra rætt, at reiðaríið “turkar” part av rokningini av upp á manningina, men tað er fyri at gjalda Landskassanum.

Men hetta er orðaklúgving. Tað, sum málið snýr seg um, er, at tað lekur millum teori og praksis. At hóast tað bleiv endurtikið upp í saman, at manningarnar ikki skuldu gjalda, so gjalda manningarnar framvegis, nú lógin um sjófeingi fyllir eitt ár fyrsta dagin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…