Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoyggjar bløða til Havnar

SKRIVAÐ: Herfrí Sørensen  |  09.12.2018 - 12:38 Lesarabrøv Politikkur

Hendan landsstýrissamgongan fer í søguna sum tann, ið setti í verk eina fiskivinnulóggávu, sum fer at kosta Norðoyggjum dýrt. Hundraðtals milliónir verða kravdar inn fyri at brúka til almennar íløgur og stovnar, har alt av týdningi verður miðsavnað. Soleiðis byggir ein ikki land, men bara ein bý!!

Framburðurin í Norðoyggjum byggir á eina sterka vinnu, sum, til nú, hevur havt orsøk til bjartskygni og dirvi at gera íløgur í skip, fiskidagar, virkir, maskinur o.s.fr., og tað hevur givið Klaksvíkar kommunu eitt sterkt skattagrundarlag við vaksandi skattainntøkum ár um ár.

 

Henda góða gongd er tíverri broytt. Hóast metgóðar tíðir hevur Klaksvíkar kommuna seinastu tríggjar mánaðirnar havt lægri skattainntøkur enn somu mánaðir í fjør. Fyri fyrstu ferð í áravís er vøksturin í inntøkunum hjá Klaksvíkar kommunu umleið 0%, meðan hann t.d. hjá Tórshavnar kommunu erumleið 5,5%

 

Hvat er tað, hendan landsstýrissamgongan hevur sett í verk? Hvat er tað, sum er hent seinastu árini?

 

Fiskivinnunýskipanin tvangsskerjir vinnufyritøkur í Norðoyggjum!

Fyri fyrstu ferð í Føroya søgu hava vit í løtuni eitt landsstýri og ein løgtingsmeiriluta, sum við fult beráddum huga hevur sett eina lóg í gildi, sum tekur fiskirættindi og harvið arbeiðspláss frá vinnuni í Norðoyggjum fyri at geva hetta til onnur øki, sum ikki hava satsað sum Norðoyggjar, umframt eitt hækkandi tilfeingisgjald, sum alt fer til høvuðsstaðin at brúka.

 

Fiskivinnan skal tvingast kring landið, men eingin landsstovnur skal úr Havn

Tey siga seg vilja leggja nýggjar landsstovnar kring landið, men teirra gerðir eru heilt aðrar. Í ár var t.d. familjurættarøkið yvirtikið frá dønum, og hetta gav landsstýrinum eitt gott høvi at leggja nýggju føroysku familjufyrisitingina út um Havnina. Men tað var sum at vísa hesi landsstýrissamgonguni brand. Hon kravdi, at nýggi landsstovnurin skuldi liggja í Havn.

 

Norðoyggjar fáa einki aftur fyri mist vinnuarbeiðspláss

Hóttandi tilfeingisgjøld, uppboðssølur og mist fiskiveiðurættindi hava longu kostað Norðoyggjum skip, arbeiðspláss og inntøkur, og avleiðingarnar verða enn fleiri. Tí hevði tað verið púra nátúrligt, um hendan landsstýrissamgongan gav Norðoyggjum ein landsstovn afturfyri henda stóra miss – t.d. flutti Vørn til Klaksvíkar. Nýggja fiskivinnuskipanin krevur nógv økt eftirlit, og tað kann ikki vera rímiligt, at eisini tey størvini verða løgd í Havn, men heldur til tað økið, sum missir mest av fiskivinnunýskipanini.

 

Klaksvíkar Sjúkrahús mist sína sjálvstøðugu leiðslu

Ein annar skansi í Norðoyggjum, sum hendalandsstýrissamgonga hevur skotið niður, er sjálvstøðuga leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hóast avmarkaðu støddina (ella kanska júst tí) hevur Klaksvíkar Sjúkrahús í meir enn eina øld gingið á odda í sjúkrahúsverkinum við best nøgdum kundum, hagtølum sum prógva effektivitet, akkreditering o.s.fr. og eisini innan serøki. Kortini stóð tað um lív hjá miðsavnandi kreftunum at taka sjálvstøðugu leiðsluna frá hesum væl virkandi sjúkrahúsi, og tí syrgdi hendan landsstýrissamgongan fyri.

 

Alt landsalment má og skal bara liggja í Havn

Nýggir landsstovnar og allar týðandi íløgur á fíggjarlógunum hjá hesi landsstýrissamgonguni hava bara eina adressu:Tórshavn, sum er um at hokna undir tí trýsti, sum sentraliseringin leggur á hann. Hundratals, ja eitt milliardatal av íløgukrónum verða brúktar í einum og sama býi, og á henda hátt stuðlar hetta landsstýrið undir ójavnvágina millum høvuðsstaðin og restina av landinum.

 

Bústaðir satsar og vil nógv mest í Havn

Áðrenn Húsalánsgrunnurin skifti navn til Bústaðir, legði hesin grunnur undir landinum seg eftir at fíggja sethús kring landið, men hetta er broytt. Hóast privata vinnan øll satsar og byggir í Havn, so leggur Bústaðir omaná hesa sentralisering við eisiniat satsa mest í Havn. Landsstýrissamgongan hevur higartil einki gjørt fyri at broyta hetta, soleiðis at fleiri bústaðir eisini kunnu verða bygdir kring landið.

 

Umráðandi at velja sterk løgtingsumboð úr Norðoyggjum

Soleiðis bløða Norðoyggjar til Havnar, og hesum hevur Føroya Løgting evstu ábyrgd av. Sagt verður, at veljarin gloymir skjótt, men eg vóni, at norðingar til komandi løgtingsval hava hesi viðurskifti í huga og fara at velja sterk umboð úr Norðoyggjum inn á Føroya Løgting.

 

Í Mikladali hin 8. desember 2018

 

Herfrí Sørensen

Býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Klaksvíkar býráð

Lýsing
Seinastu tíðindini
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus