Lýsing
Lýsing
Lýsing
Økið, har køld luft rekur suðureftir, er úr Vesturnorra til Íslands. Hon byrjar ferðina til okkara yvir innlandsísinum í Norðurgrønlandi. Har er hitin (!) eini 35 stig undir frostmarkinum. | Mynd: www.dmi.dk

Lýggjari í komandi viku

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  09.12.2018 - 17:05 Tíðindi Veðrið

Kalda luftin, sum spakuliga rekur til okkara av norði, leggur okkurt eftir seg. Kavaflykrur detta av himli, og tað er hugnaligt í dag.

Satt jólaveður, soleiðis sum vit vilja hava tað.

Men í hesum umfari liggur tað bert til í morgin.

Tá kemur lágættin aftur, og soleiðis sum viðurskiftini í lufhavinum eru at lesa í kvøld, so fer luftin at koma úr landsynningi ella suðuri alla vikuna, sum kemur. Luftin hevur sín uppruna yvir Atlantshavinum vestan fyri Norðurafrika. Hon er væl lýggjari enn luftin av innlandsísinum í Grønlandi, vit merkja í dag.

Tað fer at vera eitt ymiskt við vindferðini komandi viku. Mánadagin verður ikki nógvur vindur, eitt sindur meiri týsdagin (tá fer eisini at vera sera vátt í løtum), mikudagin bert eitt lítið lot sunnaneftir, men hósdagin fitt av vindi.

Hitin alla vikuna um 7 – 9 stig.

Tað er ikki ráðiligt at fara longur fram í tíðina enn hetta…. (óvissan er alt ov stór)

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB