Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt advokatfelag byrjar í Føroyum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  10.12.2018 - 11:16 Tíðindaskriv Vinna

Hin 1. januar 2019 byrjar eitt nýtt advokatvirki, Axia Advokatar, sítt virksemi í Føroyum. Tað eru Brandur Ellingsgaard og Janus Rein, sum eiga og reka Axia Advokatar.

Brandur Ellingsgaard hevur starvast sum advokatur í Danmark í nógv ár. Í 1996 fór hann niður at lesa jura, og nú flytur hann heim aftur. 

”Heilt nógv er broytt í Føroyum, síðani eg flutti niður. T.d. høvdu telefonnumrini bara 5 tøl, og internetið var ikki ment nógv. Sjálvandi havi eg javnan verið heima, eisini í samband við rættarsakir, men tað verður sera spennandi at seta búgv aftur í Havn,” sigur Brandur Ellingsgaard.

Janus Rein er kendur bæði sum flogskipari og løgtingsmaður. Hann gavst við flogskiparavirkseminum í summar, og nú verður tað innanfyri advokatvirksemið, at hann framyvir fer at virka.

”Tað var sera heppið, at eg frætti, at gamli vinmaðurin var givin við at flúgva og leitaði eftir onkrum skilagóðum at takast við. Vit eru javngamlir og búðu stutt frá hvørjum øðrum í Eysturbýnum, so vit hava altíð kenst. Eg visti eisini, at hann hevði lisið jura, og so var stutt frá a til b,” vísur Brandur á.

”Eg byrjaði mína lívsleið á sjónum, har eg gjørdist skipsførari og yvirmaður í handilsflotanum, til at gerast flogskipari, við m.a. fleiri árum á flogførunum hjá Atlantsflog. Nú fari eg í gongd við tað, sum eg síggi sum seinasta partin á yrkisleið míni. Eg eri ómetaliga spentur um at fara í gongd við Axia Advokatar og kann bara ásanna, at tá ein hurð letur aftur, lata aðrar upp” sigur Janus Rein.

Advokatfelagið fer at taka sær av øllum vanligum advokatuppgávum, bæði til vinnuna og til privat. Brandur hevur hollar royndir innan bæði privat- og vinnurætt.

"Ofta er skilagott at gera avtalur og sáttmálar so greiðar og gjøllar, at eitt sakarmál ikki gerst neyðugt, men viðhvørt er neyðugt at fara í rættin fyri at loysa eina trætu. Alt ov ofta síggi eg, at ein avtala ella sáttmáli antin heilt manglar ella er ógreið, og partarnir hava ymiska fatan av, hvat er rætt og skeivt. Har eru ofta nógvir pengar at spara, um man ger avtalurnar rætt at byrja við" heldur Brandur.

Spurdur, um tað er ein fyrimunur ella vansi, at hann hevur verið advokatur í Danmark í so nógv ár, sigur Brandur: "Tað er bæði ein fyrimunur og ein vansi. Fyrimunurin er, at eg havi arbeitt longri innan lógarøkir, sum vanliga seinni gerast føroysk lóg; t.d. um nýggja persónsdatafororningin seinni fer at gerast galdandi lóggáva í Føroyum, so havi eg nógvar royndir og vitan um økið. Vansin kann vera, at eg havi verið so leingi burtur, at netverkið ikki er tað sama longur, so tað skal byggjast upp av nýggjum. Janus kennir tó øll, og øll kenna hann, so tað fer nokk at ganga", leggur hann afturat.

Mangan eru fólk bangin fyri at venda sær til advokat, tí tey stúra fyri at rokningin byrjar at telja so skjótt, telefonin verður svarað. ”Helst er tað so í nógvum førum, men í Axia Advokatum ætla vit, at tað ikki skal kosta fólki nakað at ringja til okkara og spyrja seg fyri um okkurt mál, áðrenn tey gera av um talan er um eitt mál, sum tey vilja gera meira við ella fara til advokat við”, greiða Brandur og Janus frá.

Brandur og Janus eru báðir cand.jur frá Københavns Universitet. Teir fara at eiga Axia Advokatar saman, og í byrjanini fer Janus at virka sum advokatfulltrúi hjá Brandi. Advokatvirkið fer at hava skrivstovu í Havn, men hugsanin er eisini at hava skrivstovutíð í Klaksvík.

Navnið Axia kemur úr griskum og merkir virði. Gamla advokatvirkið hjá Brandi í Vordingborg bar eisini navnið Axia, so tað var rættuliga natúrligt, at føra navnið víðari í nýggja føroyska advokatvirkinum, heldur Janus.

Orsøkin til, at felagið eitur Axia er einføld: ”Okkara motto er, at okkara ráðgeving skal hava eitt virði fyri klientin. Holl ráðgeving í eygnahædd skal vera okkara sermerki”, greiða Brandur og Janus frá.

Axia Advokatar kunnu hittast á tlf. 720000 og umvegis axia@axia.fo

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…