Lýsing
Lýsing

Ongi serlig jól hjá fiskimonnum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.12.2018 - 13:16 Politikkur Tíðindi Vinna

Norðlýsið hevur fingið innlit í útrokningina av manningarpørtum, og her má sigast, at tað ikki sær hugaligt út hjá fiskimannafamiljunum

Sambært innliti, sum Norðlýsið hevur fingið, sæst støðan hjá fiskimanninum, síðani fiskivinnunýskipinin er farin at virka.

Sølan í uppgerilsinum er góðar 14. mió. kr. Tilfeingisgjøldini eru uppií útreiðslum av brutto, og tað merkir, at tær útreiðslurnar verða drignar frá, áðrenn manningin fær sítt. Nógv tann størsti parturin av hesum er uppboðssølugjaldið, kr. 6.299.267,25 . Manningarparturin eftir tað er so 28% av restini.

Við at rokna uppá hetta kemur ein fram til, at manningarparturin uttan tilfeingisgjøld er umleið 81.000 krónur, men at tilfeingisgjaldið, serliga uppboðssølugjaldið, útgera 43.000 krónur og verða trekt av her. Sostatt er hvør manningarpartur 38.378,69.

Skatturin er ymiskur, alt eftir kommunu, limaskapi í kirkjuni o.a., men um vit rokna við 42 prosentum í skatti, skulu 16.199,05 so gjaldast í skatti. Tað merkir, at sjómaðurin fær útgoldnar kr. 22.179,64. Ella tilsamans ein góðan fjórðing (!) av teimum 81.000, sum hann átti, áðrenn skattur og tilfeingisgjøld til Landskassan fóru av. 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…