Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kort- og landmátingarøkið yvirtikið

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  10.12.2018 - 16:17 Politikkur Tíðindaskriv

Í dag hevur Løgtingið samtykt at yvirtaka lógarøkið viðvíkjandi kort- og landmátingum. Yvirtøkan fevnir um bæði land- og sjókort og kemur í gildi í tveimum, landkortøkið verður yvirtikið tann 1. apríl 2019 ímeðan yvirtøkan á sjókortøkinum fær gildi tann 1. januar 2020.

Yvirtøkan merkir, at frameftir verður tað føroyskir myndugleikar, sum hava lóggávuvaldið og útinnandi valdið á kort- og landmátingarøkinum. Málsøkið fevnir um lov om stedbestemt information, sum eisini verður lógargrundarlagið eftir yvirtøkuna.

Ætlanin er at leysgeva føroysk talgild landafrøðilig kortdata, soleiðis at hesi frítt kunnu gagnnýtast av almennum sum privatum.

Í viðmerking sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna:

- Yvirtøkan av kort- og landmátingarmyndugleikanum er ein týdningarmikil yvirtøka eftir mínum tykki. Vit miða eftir at taka ábyrgd fyri egnum viðurskiftum. Á hendan hátt byggja vit eisini upp førleikar og kunnleika hjá okkum sjálvum, og eg eri glað fyri, at vit fingu breiða undirtøku fyri uppskotinum tvørtur um samgongu og andstøðu.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði