Lýsing
Lýsing
Lýsing
Samgonguleiðararnir mugu verða skilagóðir, sera arbeiðssamir og helst eitt sindur snildir at fáa fíggjarlógina í hús áðrenn fríggjadagurin 14. desember er runnin.

Samgongan til próvtøku

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.12.2018 - 20:44 Leiðarin Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

Løgtingsformaðurin knallaði fyrr í ár nevan í borðið og segði, at hann ikki fann seg í, at landsstýrið og onnur komu í síðstu løtu við uppskotum. Tí setti hann eina greiða deadline, ið var, at flaggdagin fór Løgtingið í summarsteðg. Og so varð. Nú hevur hann aftur sett eitt evstamark fyri, nær Løgtingið fer í jólasteðg, og tað er sett til fríggjadagin 14. desember.

Har liggja fleiri óloyst mál og ulma. Hesaferð fella øll gamaní ikki burtur, tí tingsetan endar ikki, men har er framvegis ein deadline 1. januar fyri ávísum málum. Fíggjarlógin má og skal vera samtykt áðrenn fyrsta januar, annars hava vit onga fíggjarlóg, og almennir stovnar kunnu ikki brúka nakran pening. Tað hevði verið í heimildarloysi, og teir vistu heldur ikki, hvat teir høvdu at brúka.

Somuleiðis ganga samtyktu veiðigjøldini, sonevndu kilogjøldini, eisini út 1. januar. Uppskot liggur í Vinnunevndini um tað, men tað noktar forkvinnan í nevndini at viðgera, tí tað kom aftur óviðgjørt úr Fiskimálaráðnum, eftir at tað fall burtur flaggdagin. Her er møguleikin fyri at leingja kilogjøldini nevndur, men til tað krevst eisini ein endalig útmelding um, at uppskotið um veiðigjald verður slept, og hendan er ikki komin enn.

Í triðja lagi er talan um fiskidagarnar. Lógin um sjófeingi sigur, at farast skal yvir til kvotur 1. januar, men ongin trýr longur uppá, at so verður. Ongin umsitingarætlan er klár, og ógjørligt er fyri vinnuna at umstilla seg nú. Tí verður róð framundir, at fiskidagarnir skulu halda fram, og her verður tosað um ein niðurskurð uppá 10%. Men Fiskimannafelagið hevur sett føtur í spenni, og tað sama hevur Skipara- og Navigatørfelagið. Um samgongan torir at ganga ímóti manningarfeløgunum og skerja dagarnar heili 10%, kann bara tíðin vísa, men í einum valári er tað í øllum førum ikki taktiskt skilagott.

Umframt hetta liggja nakrir knútar framvegis í tinginum, herundir risastóra eykajáttanin til Glasir og uppskotið um Fámjinstunnilin, sum ein samgongutinglimur er við í. Mikudagin 12. desember kemur frágreiðingin frá Landsverki um fyrrnevnda, og tá kann hugsast, at tað fær avleiðingar fyri Landsstýrið.

Har fiskimálaráðharrin og mentamálaráðharrin soleiðis skulu til próvtøku í komandi viku, so skal øll samgongan eisini til próvtøku fríggjadagin. Tá kemur fíggjarlógin fyri, um deadline hjá tingformanninum heldur. Her hevur Kristin Michelsen boðað frá, at hann fer so ikki at taka undir við, at Hvalbiartunnilin missir 22 milliónir, sum tað liggur í kortunum, og hugsandi er at aðrir suðuroyartinglimir fara at siga tað sama.

Men sjálvt um teir fáa hetta aftur á beint, er framvegis ongin vissa um, at fíggjarlógin verður samtykt. Uttanflokkatingkvinnan er ikki við hesa ferð, og Sjálvstýri, sum var við í fíggjarlógini í fjør, fekk ongantíð tær 15 milliónirnar til Klaksvíkar, sum hann skuldi hava afturfyri tá. Tí er neyvan sannlíkt, at hann letur seg lokka til at vera við hesa ferð. So er Miðflokkurin eftir, og har er spurningurin, um hann kann freistast til at bjarga samgonguni. Tí tann uttanfyri samgonguna, sum atkvøðir fyri fíggjarlógini, bjargar eisini samgonguni.

Spennandi verður í øllum førum hjá teimum, ið hava áhuga fyri politikki, at fylgja við í Løgtinginum komandi vikuna.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund